"Møguleikarnir eru óendaligir. Bara hugflogið setir avmarkingarnar." Áræði og virkishugur lýsa av Boga Jacobsen og Róa Henriksen. Eigarar av unga felagnum Munin, ið rættiliga hevur tikið dik á seg.
Fyrstu árini ráddi um at byggja upp. Nú kann sigast at virkið, sum telur fimm starvsfólk, hevur fingið fótin fastan. Og tað stóra frambrotið er ikki so langt burturi.
Styrkin hjá Munin er servitanin í talgildari kortlegging. Munin ger uppmátingar, framleiðir og útvegar talgild kort, mennir forrit og ráðgevur. Høvuðsamboðið hjá Munin er GIS, ið er stytting fyri Geografisk Informatións Skipan. Talan er um eitt kort, sum á aðrari síðuni er eitt geografiskt kort og á hinari síðuni hevur upplýsingar. Hesi bæði eru knýtt saman, og tað gevur ótaldar møguleikar.
Føroysku kommunurnar eru kjarnukundar. Í løtuni gera 14 kommunur sær dælt av forritinum Hugin, sum Munin hevur ment. Forritið ger tað sera lætt at lesa og brúka GIS-kortið og at skráseta upplýsingar á kortið. Í skipanina kunnu kommunurnar skráseta adressur, vatnleiðingar, kloakkir og vegir, og tað er ein stór hjálp, tá ið býarætlanir skulu leggjast.
Ein onnur súla í virkseminum er uppmátingar. Munin eigur mest framkomna uppmátingartólið í landinum, sum kann røkjast av einum einsamallum manni. Umframt vanligar uppmátingar verða gjørdar 3D uppmátingar. Eitt nú kunnu mátingar føra til teldutøka tekning av húsum við rúmd og dýpd, sum kann vera góð hjá arkitektum at brúka, tá ið broytingar skulu gerast í bygningum.
Haraftrat kunnu trívíddar-uppmátingar brúkast til nøgdarrokningar. Tá byggjast skal, kann lendið mátast, so til ber at leggja planeringina í skynsamastu kotuna. Við øðrum orðum kann hendan tøkni útjavna nøgdirnar, sum skulu spreingjast og fyllast í, so sum mest fæst burturúr.
Munin er farið undir at skipa eina kunningarskipan á netinum í samstarvi við NORA, tvær íslendskar og eina norska fyritøku. Hetta er ein ferðavinnutænasta, sum í fyrstu syftu verður ein royndarætlan. Talan er aftur um eitt kort, ið hevur knýtt nakrar upplýsingar afturat sær. Slært tú t.d. orðið ?hotell" upp í skipanini, so verður tú beinanvegin førdur á tey støð, har hotell finnast. Tað nýggja, sum Munin hevur sett sær fyri at fáa gjørt, er at skipanin kann nýtast við fartelefonini.
Munin er ikki langt frá einum rættiligum gjøgnumbroti í royndini at víðka um virksemið uttanlands. Arbeitt hevur verið við at koma inn á danska kirkjugarðsmarknaðin, og nú er ikki langt frá einari stórari avtalu.
Møguleikarnir eru óendaligir, og teir røkka heilt til ævinleikan.
Stovnað: 1998
Stjórn: Bogi Jacobsen og Rói Henriksen
Starvsfólk: 5
Virkisøki: Talgild kortlegging, forritan og ráðgeving