Tygum hava ynskt at fáa greinað heimildirnar hjá løgmanni at geva boð til ein landsstýrismann, harundir um hann ella starvsfólk hansara hava heimild til at taka avgerðir inni á málsøkinum hjá landsstýrimanninum uttanum viðkomandi landsstýrismann. Eisini hava tygum ynskt at fáa eina lýsing av, hvat liggur undir málsøkinum hjá løgmanni og landstýrismanninum í uttanlandsmálum, tá ið tað kemur til hølini í Tinganesi.
Yvirskipaða lógarverkið viðvíkjandi løgmanni, landsstýrismonnum og heimildum hjá teimum er í stýrisskipanarlógini fyri Føroyar, §§ 27 – 39.
Eftir § 27 í stýrisskipan Føroya, er ásett, at í landsstýrinum sita løgmaður og minst tveir landsstýrismenn. Í § 27 stk. 2 er ásett, at løgmaður ásetur, hvussu nógvir landsstýrismenninir skulu vera og tilnevnir teir.
Í stýrisskipanarlógini § 33 er ásett, at løgmaður býtir málsøki landsstýrisins millum landsstýrismenninar. Teir sita fyri síni málsøki hvør sær.
Føroyska stýrisskipanin byggir á ta sonevndu ministerialskipanina, har avgerðir landsstýrisins verða tiknar av hvørjum landsstýrismanni sær. Løgmaður avger hvørjir eru landsstýrismenn, og hvørji málsøki viðkomandi umsita, men annars er løgmansins starv eftir stýrisskipanini at taka sær av teimum uppgávum, sum beinleiðis eru lagdar til hansara eftir stýrisskipanarlógini og at samskipa og hava eftirlit við, at starv landsstýrismanna fer fram á lógligan og forsvarligan hátt.
Løgmaður hevur sostatt onki beinleiðis vald yvir landstýrismonnunum og kann ikki grípa inn í teirra málsøki. Løgmaður kann, um hann er ónøgdur við arbeiðið hjá einum landsstýrismanni, ikki sjálvur fara inn og broyta avgerðirnar. Tað, sum løgmaður kann gera, er at flyta viðkomandi málsøki frá landsstýrismanninum til annan landsstýrismann, ella seta landsstýrismannin frá. Fyri at nýta myndamál kann sigast, at landsstýrismaðurin er skipari á sínum øki, og løgmaður er at meta meira sum reiðarin, t.v.s. at hann kann flyta viðkomandi á annað skip, ella avseta hann sum skipara.
Viðkomandi málsøki hjá landstýrismonnunum hevur løgmaður við fráboðan nr. 3 frá 18. februar 2008, og sum seinast er broytt við fráboðan nr. 80 frá 30. august 2008, tilnevnt tygum sum landsstýrismann í Uttanríkismálum. Í nevndu fráboðan er í kap. 3 §§ 8 – 13 ásett nærri, hvørji málsøki og heimildir fylgja við tilnevningini. Uttanríkisráðið er eitt nýtt aðalráð, har umsitingin fyrr hevur ligið hjá løgmanni sjálvum. Í sambandi við uppbýtið er gjørd eina avtala tann 15. februar 2008 millum løgmann og landsstýrismannin í Uttanríkismálum um starvsfólkini og hølir hjá Uttanríkisránum. Í hesari avtalu er ásett hvørji av starvsfólkinum á løgmansskrivstovuni fylgja við yvir til nýggja Uttanríkisráðið, og eisini at Uttanríkisráðið í Føroyum hevur bústað í Sjó- og Vektarbúðini. Undantikið vóru nakrar ávísar skrivstovur.
Nevnt hevur verið í tí samskiftið, eg havi fingið atgongd til í málinum, at løgmaður varðar av ognununum í Tinganesi. Eg havi roynt at kann eftir, um nærri ásetingar eru um hetta og onki funnið, sum undirbyggir pástandin. Í fráboðan frá løgmanni um býtið av málsøkjum er eingin áseting undir heimildini hjá løgmanni, sum ásetir, at hann hevur hetta sum serstakt øki. Hinvegin framgongur av málsøkjabýtinum, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sum umsitingarøki m.a. fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.
Í løtuni verða ognirnar í Tinganesi nýttar av trimum aðalráðum umframt løgmansskrivstovuni. Fyri ongin av hesum aðalráðum havi eg funnið nakað ítøkiligt um umsitingina av sjálvum ognunum við undantak av áðurnevndari avtalu, sum var gjørd millum Uttanríkisráðið og løgmansskrivstovuni.
Tó skal viðmerkjast at í fíggjarlógini framgongur av játtanin til løgmansskrivstovuna, at upphædd er sett av til útreiðslur av ognunum í Tinganesi. Av fíggjarlógini framgongur samstundis, at løgmansskrivstovan umsitur ávísar felags funktiónir fyri ráðini, sum eru í Tinganesi.
Uttan mun til hvør annars eigur eini hølir, er tað tann til einhvørja tíð verandi brúkari (tvs. viðkomandi aðalráð), sum hevur ræðisrættin til hølini. Í so máta vildi tað rættsliga ongin munur verið á um talan var um ein bygging, ið tilhoyrdi eitt privat felag. Eigarin kann ikki seta nakran út sjálvur. Á tí privata økinum hevði verið neyðugt við samráðingum, og í síðsta enda, um ongin semja fekst, nakað sum dómsvaldið hevði tikið støðu til.
Niðurstøðan av omanfyri standandi er, at fysisku karmarnir hjá Uttanríkisráðnum verða umsitnir av landsstýrismanninum í Uttanríkismálum inn til annað er avtalað.
Fæst ongin avtala, hevur løgmaður ikki heimild til at taka ræðið av landsstýrismanninum. Er løgmaður ónøgdur við, at landsstýrismaðurin ikki vil gera tað, sum løgmaður hevur ásett, má hann koyra viðkomandi landsstýrismann frá og seta ein annan landsstýrismann, sum vil akta.
Eisini verður spurt um, í hvønn mun tað er rætt, at starvsfólkið hjá løgmanni fara inn og tøma eina skrivstovu hjá starvsfólki hjá Uttanríkisráðnum eftir boðum frá løgmanni. Upplýst er í hesum sambandið at løgmaður, sunnudagin 31. august boðaði tygum sum landsstýrismanni frá, at hann hevði givið løgmansskrivstovuni boð um at rudda ávísa skrivstovu í Uttanríkisráðnum. Náttina millum sunnudag og mánadag hava fólk frá løgmansskrivstovuni skift lásið á skrivstovuni hjá einum starvsfólki í Uttanríkisráðnum. Eisini verður staðfest, at øll skjøl, sum vóru á skrivstovuni, m.a. trúnaðarskjøl, sum vóru læst inni í ymiskum skuffum og skápum, vóru tikin út úr skrivstovuni.
Sum nevnt omanfyri, at einki málsøki liggur hjá løgmanni, sum viðvíkir ognunum í Tinganesi, og undir øllum umstøðum eru tann verulig ræðisrætturin yvir teimum hølum, sum fyrisitingin nýtir, undirlagt avvarðandi landsstýrismanni, í hesum føri landsstýrismanninum í Uttanríkismálum.
Løgmaður hevur ikki nakra heimild til sjálvur at útinna vald á økinum hjá teimum ymisku landsstýrismonnunum. Løgmaður hevur heldur ikki heimild til at heita á síni starvsfólk um at útinna eitt vald, sum hann ikki sjálvur hevur.
Sum greitt frá omanfyri, hava vit ministerialskipan í Føroym, sum merkir, at øll boð skulu fara eftir tí rætta kommandovegnum. Ráðini virka øll sjálvstøðugt, og merkir hetta, at áheitanin má sendast frá leiðsluni í tí ráðnum, sum ynskir at fáa nakað gjørt, til leiðsluna í tí ráðnum har hettar skal fremjast. Mannagongdin má tí vera í tílíkum føri, at aðalstjórin á løgmanskrivstovuni, sum er biðin um at gera hetta, má venda sær til aðalstjóran í Uttanríkisráðnum, ella tann undir honum, sum hevur málið um hendi í áheitan síni. Vil viðkomandi ikki ganga áheitanini á møti, má embætismaðurin á løgmanskrivstovuni venda aftur til sítt bakland, t.v.s. løgmann og greiða frá, at ynski hansara ikki verður gingið á møti.
Løgmaður hevur tá sínar heimildir at falla á, t.v.s. at hann kann framføra sítt ynski yvir fyri viðkomandi landsstýrismanni um at fáa avgerðina gjøgnumførda, og um hesin ikki vil, antin seta viðkomandi landsstýrismann frá ella flyta málsøkið frá honum.
Tá ein løgmaður fer út um sínar heimildir, hava embætismenn hjá honum skyldu til at ráðgeva honum um hesi viðurskifti og hava sum tænastumenn skyldu til at tala at, um so er, at hann fer út um sínar heimildir.