Fleiri hundrað starvsfólk á sjúkrahúsunum í Keypmannahavn og Norðursælandi fáa í dag at vita, at tey missa arbeiðið, tí sjúkrahúsini skulu spara. Danska kringvarpið veit at siga, at á Ríkissjúkrahúsinum verða umleið 90 fólk uppsøgd, og at á sjúkrahúsinum í Hillerød skulu 130 fólk sigast upp. Talan er um læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur starvsfólk.
Men sambært Dansk Sundheds-Institut er tað ikki neyðugt við so nógvum uppsagnum. Stovnurin vísir á, at tað er púra burturvið at koyra fólk á einum sjúkrahúsi til hús, samstundis sum størv eru leys á øðrum sjúkrahúsum í økinum.
Sagt verður, at meðan fólk verða uppsøgd á sjúkrahúsinum í Hillerød, eru størv leys at seta á sjúkrahúsinum í Glostrup. Her haltar við samskipanini, sigur Dansk Sundheds-Institut.