Uppskot lagt fyri Løgtingið um at byggja fleiri skip til Strandferðsluna

– Og semja má eisini fáast um Suðuroyartunnilin

Hesi næstu seks árini skulu fýra nýggj skip byggjast til Strandferðsluna. Tað er kjarnin í einum uppskoti, tingmanningin hjá Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið í dag. Umframt at byggja fýra nýggjar ferjur, skal ein av verandi ferjunum hjá Strandferðsluni eisini byggjast um.

Tjóðveldi sigur, at tilsamans er talan um eina verkætlan, sum í mesta lagi skal kosta 330 milliónir krónur og tí vilja tey hava Løgtingið at samtykkja at játta 30 milliónir í ár og so hinar 300 milliónirnar tey fimm árini frá 2022 til 2026.

Tjóðveldi sigur, at ferjurnar, sum skulu byggjast, er ein nýggj nólsoyarferja fyri 90 – 100 milliónir, ein nýggj kalsoyarferja fyri 90 – 100 milliónir, ein nýggj skúvoyarferja fyri 45-50 milliónir, umframt ein nýggj ferja til Svínoyar og Fugloyar fyri 45 – 50 milliónir.

Harumframt liggur tað í ætlanini, at Sam skal byggjast um fyri 25 – 30 milliónir, so at hann kann verða tað farmaskipið, sum Strandferðslan manglar til tær smærru oyggjarnar.

Teistin er ikki hóskandi skip til tær oyggjarnar, sum eru eftir, táið sandoyingar hava fingið fast samband, men hann kann seljast tá ið tað er koyrandi til Sandoynna síðst í 2023.

Tjóðveldi sigur, at samstundis má ein loysn eisini finnast til tey í Mykinesi, tí har hevur ferðasambandið ikki fylgt við tíðini yvirhøvur, og tað lýkur ikki tørvin hjá teimum, sum búgva í Mykinesi, og hjá ferðavinnuni, og aðrari vinnu har.

– Tað er als ikki nóg góð tænasta, at tað bara verður siglt siglt upp á Mykines um  summarið. Tvørtur ímóti er tað neyðugt at sigla so leingi tað yvirhøvur er ráðiligt fyri veður.

Tey í Tjóðveldi siga, at tað er eyðsæð, at ferjurnar verða bygdar í Føroyum, tí tað skapar virksemi og arbeiðspláss, umframt at tað mennir skipasmíð. Tey siga, at tað er eisini eyðsæð, at skipini sigla við elorku, ella vetni, so nógv, sum gjørligt.

Eftir langtíðarætlanini hjá samgonguni, verður ikki farið undir at byggja nýggjar ferjur til Strandferðsluna, fyrr enn í 2025, men tey í Tjóðveldi halda ikki, at so leingi ber til at bíða.

Tingmanningin hjá Tjóðveldi leggur afturat, at tað verður eisini neyðugt at fáa politiska semju um, hvussu ein komandi Suðuroyartunnil skal fíggjast, soleiðis at farast kann undir hann, tí hann verður avgerandi fyri framtíðini hjá Suðuroynni.

– Av tí at fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin eru farnar í gongd, verður ikki mett at tað verður neyðugt við einum nýggjum Smyrli, men pengar skulu tó vera taks til at gera allar neyðugar ábøtur á Smyril, og til at leiga hóskandi avloysaraskip hesi næstu árini, soleiðis at eisini suðuroyingar fáa trygd fyri einum tíðarhóskandi ferðasambandi, siga tey í Tjóðveldi.