1.Generel lýsing
Orðaskifti seinastu tíðina um ferðavinnu, sum kemur í kjalarvørrinum av at partur av kanning, sum Ferðaráðið hevur sett í verk, er almannakunngjørd, vísir týðuliga at Føroyingar hava tørv á at finna eina skipan, sum lætt kann geva okkum tær upplýsingar, sum vit sum ferðamannaland ynskja at vita um okkara gestir.
Ferðavinnan er í dag ein vinna á líka føti við aðrar vinnur, men tøl yvir hvussu nógv íkast henda vinna gevur til landsbúskapin, sær ikki út til at verða eins lætt at fáa fatur á, sum tað er innan aðrar vinnur. Helst er ein partur av trupulleikanum tann, at tað ikki verður mett at verða heilt so lætt at fáa hagtøl yvir ferðandi, sum tað er at fáa yvir eina vøru, sum verður innflutt t.d.
Um hugsað verður um, hvussu ferðafólk koma til landið, so átti tað hóast alt ikki at verið so torført at fingið hesi hagtøl, tí at millum 90 og 100 % av øllum ferðafólkum, sum koma til Føroya, koma ígjøgnum passeftirliti á hesum báðum støðum:
a)Flogvøllurin
b)Farstøðin
Mítt uppskot er, at tað í hesum báðum passeftirlitum verða uppsettar teldur og printarar, har øll ferðandi verða skrásett við landakotum, sum siga hvaðani tey koma. Um hendan skráseting skal verða eftirfarandi, er neyðugt at hon verður gjørd í passeftirlitinum, ella at tað onkursvegna verður hildið eyga við, at øll verða skrásett, og at ongin verður skrásettur fleiri ferðir.
Tá skrásetingin er gjørd fær, ferðafólkið eitt skriv, har tey verða boðin vælkomin á sínum egna máli, samstundis sum tey fáa nakrar hentar upplýsingar um Føroyar og ferðavinnu í Føroyum. Harafturat fáa tey nakrar spurningar, sum tey verða biðin um at svara, áðrenn tey fara úr Føroyum. Spurningarnir skulu útgreina ymiskt í samband við teirra ferð í Føroyum. Fyri at fáa fólk at lata spurnarblaðið inn aftur, kundi tað t.d. verið lutakast ímillum innsend spurnarbløð einaferð um mánaðin.
Hendan skipan hevði sum minimum givið okkum eitt neyvt tal yvir tey ferðandi, og hvaðani tey koma frá. Harumframt høvdu vit fingið upplýsingar um navn og adressu hjá teimum, sum lata spurnarblaði inn aftur, og kundu soleiðis takka teimum fyri hjálpina og hildið sambandið við líka við at senda teimum nýggjastu ferðafaldararnar um Føroyar. Soleiðis kundu vit fingið nógv umboðsfólk fyri Føroyar um allan knøttin. Harafturat kundu vit sum tað týdningarmiklasta av øllum fingið nógvar upplýsingar - alt eftir hvørjir spurningar verða settir - sum kunnu nýtast sum hjálp, tá ætlanir fyri framtíðar ferðavinnuna verða lagdar.
Út frá tí sum er nevnt omanfyri, vil skipanin soleiðis kunna veita fylgjandi upplýsingar um føroysku ferðavinnuna:
?Neyvt tal á ferðandi til Føroyar
?Tjóðskapur hjá teimum ferðandi
?Navn og adressu á ferðandi ið lata spurnarblaðið inn aftur
?Meting av Føroyum sum ferðavinnuland. Hendan meting sum vil verða ein partur av spurnarblaðnum, kann soleiðis nýtast til at menna føroysku ferðavinnuna.
?Vit fáa eitt sera gott amboð við atlitið til at gera røttu marknaðarføringina mótvegis teimum ferðandi.
Samanumtikið kann sigast, at hendan skipan næstan kann geva allar teir upplýsingar ið vit ynskja. Hjá okkum snýr tað seg um at stilla røttu spurningarnar.
2.Mannagongdin við skrásetingini
Fyri at ein og hvør lætt kan skilja hvussu eg hugsi mær at skrásetingin skal gjøgnumførast havi eg gjørt fylgjandi uppstilling, lýst grafiskt:
Sum skipanin er lýst í myndini omanfyri, meti eg at skipanin lætt kann fáast at virka uttan ov stóran kostnað. Eftir mínari metan er neyðugt við fylgjandi íløgum/tiltøkum í útbúnað og starvsfólk, fyri at fáa skipanina at virka:
?2 teldur
?2 telduprentarar
?Software: Dátagrunnur ið verður gjørdur/keyptur til endamáli
?Ráðgeving til uppseting av teldum v.m.
?Ráðgeving til upplæring av starvsfólki ið skal nýta skipanina
3.Einføld kostnaðarmeting til íverksetan og rakstur av skipanini
Fyri at íverkseta skipanina, meti eg, at kostnaðirnir blíva umleið sum víst niðanfyri:
Slag av kostnaðiKostnaður
Keyp av 2 teldum (komplett), og 2 prentarum40.000
Skrásetingarskipan viðv dátagrunni50.000
Telduhjálp til Íverksetan av skipanini15.000
Upplæring av starvsfólki ið skal nýta skipanina15.000
Annar óvæntaður kostnaður í samband við íverksetan10.000
Kostnaður íalt:
Talva : Kostnaðarmeting í samband við íverksetan av skipanini.
Slag av kostnaðiKostnaður
Umsitingarútreiðslur, (serliga pappír tónarir o.l.)30.000
Viðlíkahald av teldum5.000
Vinningur til Ferðafólk ið hava útfylt spurnarblað (Ferð fyri 2) 10.000
Aðrar rakstrarútreiðslur5.000
Kostnaður íalt:
Talva : Meting av árligu rakstrarútreiðslunum til skipanina.
Sum báðar talvurnar omanfyri vísa, eru allir kostnaðirnir metingar. Eg haldi tó ikki, at kostnaðirnir eiga at liggja langt frá hesari meting. Ætlanin er jú at skipanin skal verða so sjálvvirkandi sum gjørligt. Hetta merkir, at tá spurnarbløðini eru inntastaði í skipanina, er bert neyðugt at fáa nakað av serkønari hjálp til hagtalsviðgerð, sum Hagstova Føroya kann umsita. Hetta meti eg verða neyðugt við atlitið til at skapa neyðugt álit á taltilfari ið skipanin vil kunna geva upplýsingar um.
Fyri at fáa skipanina at virka haldi eg tað verða neyðugt við serkønari ráðgeving. Eg havi tí m.a. eisini vent meg til fyritøkuna Virkisráðgeving Spf. í Runavík, og spurt um tey eru áhuga í at veita hjálp til gøgnumførðslu og av hesari ætlan, og fingið eitt fyribils játtandi svar tí viðvíkjandi. Hetta er tó ikki bindandi, og hjálp kann tí sjálvandi eisini veitast aðrastaðni frá, um ein heldur ynskir tað.
Við hesum í huga fari eg tí at heita á landsins myndugleikar um at arbeiða víðari við hugskotinum, soleiðis at vit kanska er klár til hetta longu til várs apríl/mai, tá ferðafólkið byrjar at koma. At enda vil undirstrikað, at hetta er eitt hugskot frá mær til landsins myndugleikar. Mítt ynski er tí, at hugskotið verður gjøgnumført frá almennari síðu og við almennari stýring, her hugsi eg mest um hagstovuna, men eg stilli fegin mínar royndir innan ferðavinnuna til hjálp, um tað skuldi verið ynskiligt.
Við vón um eina positiva og góða viðgerð.
Vinarliga
Sámal Bláhamar