Uppskot um búskapargrunn í óvissu

Á fundi í Fíggjarmálastýrinum hósmorgunin varð eitt fyribils uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya lagt fram fyri tinglimum úr øllum flokkum. Men longu nú er óvist um aðrir flokkar enn Tjóðveldisflokkurin taka undir við uppskotinum

 

Eftir at politikarar hava kjakast alment í fjølmiðlunum um ætlaða búskapargrunnin í góða viku, valdi Fíggjarmálastýrið at leggja eitt fyribils uppskot um Búskapargrunn Føroya fram fyri tingmenn og fjølmiðlar hósdagin.

Í fyribilsuppskotinum til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya stendur greitt, at grunnurin skal brúkast til skiftisgrunn í árunum 2002 til 2016. Lagt verður upp til, at frá komandi ári av, skal ríkisveitingin úr Danmark ikki longur fara inn á fíggjarlógina, men hinvegin verða beind í búskapargrunnin.

Haðani skal skiftisgjald so flytast yvir á fíggjarlógina. Fyrsta árið skal skiftisgjaldið, sambært fyribils lógaruppskotinum, vera 700 milliónir. Hendan upphædd skal so minka við 50 milliónum hvørt ár til hon í 2016 fellur heilt burtur.


Samgongan ikki samd

Júst hvør í veruleikanum stendur aftan fyri fyribilsuppskotið um Búskapargrunn Føroya, er eitt sindur ógreitt. Eingin tykist at vita við vissu, um hetta er eitt uppskot hjá samgonguni, sum nú verður lagt út til andstøðuna at koma við viðmerkingum til, ella um fyribils uppskotið bert hevur ein part av samgonguni aftan fyri seg.

Sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni við sjálvstýrismálum, so byggir fyribils uppskotið á ta semju, sum var millum samgonguflokkarnar, men sum landsstýrismaðurin sjálvur sigur, so er tað ikki til at vita, hvør er samdur í hvørjum, tí samgongupolitikarar tykjast at skifta meining nokkso ofta í hesum tíðum.


Løgmaður vil hava greiðari reglur

Løgmaður gav í síðstu viku nøkur signal um, at hann ikki var heilt samdur við Tjóðveldisflokkinum um, hvussu ætlaði búskapargrunnurin skuldi síggja út. Millum annað loyvdi hann sær at ivast í, um tað var rætt at gera búskapargrunnin, ið upprunaliga fyrst og fremst varð ætlaður oljuinntøkum, til eisini at vera skiftisgrunn at fíggja loysingina við.

Løgmaður hevur eisini sagt seg vera av teirri fatan, at eitt lógaruppskot um Búskapargrunn Føroya eigur at innihalda ásetingar um, hvussu útgjaldið úr grunninum skal fara fram. Landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum sigur hinvegin, at tað hevur ongan skund at áseta útgjaldingarreglur, men at tað heldur ræður um at fáa ein búskapargrunn settan á stovn skjótast gjørligt.

Fyribils uppskotið um búskapargrunnin ásetur ongar reglur um útgjald úr grunninum.


Sinnaðir at slaka

Á tíðindafundi í Fíggjarmálastýrinum hósdagin søgdu bæði fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, og landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, at teir vildu virka fyri at fáa eina breiða semju í lag í tinginum fyri búskapargrunninum. Og spurdir um tað kundi hugsast, at ætlaði skiftisgrunnurin varð skildur úr búskapargrunninum og ístaðin stovnaður sum ein grunnur fyri seg, um hetta kravdist fyri at finna eina breiða semju, varð ongin hurð latin aftur.

? Tað kann møguliga hugsast, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður við sjálvstýrismálum.