Heðin Mortensen, javnaaðrflokkurin, hevur nú lagt sítt uppskot fyri tingið, sum hevur við sær, at broytingarnar í hjúnabandslógini skulu til fólkaatkvøðu áðrenn tær koma í gildi.
Longu í morgun var greitt, at eitt broytingaruppskot var á veg. Broytingaruppskotið gongur út uppá, at verður lógin um at geva samkyndum rætt at giftast borgarliga samtykt, so skal hon til fólkaatkvøðu, áðrenn hon verður sett í gildi.
Tingfomaðurin hevur júst niðurlagt tingfundin í ein tíma, so fólk kunnu seta seg inn í broytignaruppskotið frá Heðini Mortensen, tingmanni.