Jógvan Sundstein
Beint undan jólum fekk løgmaður handað uppskotið til Stjórnarskipan Føroya. Hetta er djúptøkið álit, sum lagt er fram, og stjórnarskipanarnevndin hevur lagt eitt stórt og undrunarvert arbeiði í tað, sum nú liggur sum eitt liðugt verk. Arbeiðsliga kann gamla grundlógarnevndin og stjórnarskipanarnevndin síggjast undir einum, tí tann seinra er beinleiðis framhald av teirri fyrru.
Eg havi áður skrivað greinar um hetta mál. Hesar eru skrivaðar fyri tað mesta út frá flaggdagsálitinum, men innihaldið er so líkt, at mínar fyrru viðmerkingar stórt sæð standa við.
Uppskotið nú komið til endaliga avgreiðslu
Nevndin er nú liðug við sítt arbeiði, og er tað nú upp til politiska myndugleikan at fremja tað, sum víðari henda.
Mannagongdin má væl vera tann, at løgmaður og landsstýrið avgreiða málið til Løgtingið, sum síðani samtykkir skipanina endaliga. 6 mánaðar aftan á løgtingsviðtøkuna (og helst ikki nógv longur enn tað) skal samtykta stjórnarskipanin fara til fólkaatkvøðu. Aftan á fólksins góðkenning fær stjórnarskipanin gildi frá sama degi, sum fólkaatkvøðan fór fram.
Eg beit merki í, at løgmaður segði, at hann nú vildi fara ígjøgnum tilfarið saman við sínum embætisfólki, og roknaði hann við, at hetta fór at taka sína tíð. Eg skilti eisini, at hann møguliga fór at rætta uppskotið til við broytingum. Sjálvandi skal hann gera hetta, men soleiðis sum alt arbeiðið hevur verið lagt til rættis, við bæði eini serkønari og politiskari nevnd, eigur løgmaður ikki at gera ov nógvar broytingar, sum bera brá av flokkspolitiskum ella samgongupolitiskum sertøðum. Lagt er upp til eina skipan, sum kann fáa breiða politiska undirtøku, fyrst í tinginum og síðani frá fólkinum. Tí eigur víðari viðgerðin at fara fram í Løgtinginum, har allir tingmenn og flokkar arbeiða seg endaliga ígjøgnum tilfarið, og vónandi koma fram til eina einmælta samtykt, ella í øllum førum eina samtykt frá einum stórum meiriluta.
Innihaldið í stjórnarskipanini
Her skal ikki verða tikið uppí saman tað, sum eg áður havi skrivað um uppskotið. Bert skal eg endurtaka, at við at lesa orðingina ígjøgnum, fær ein eina fatan av veruliga skilagóðum og dygdargóðum arbeiði. Skipanin virkar nútímans samstundis, sum hon dregur sambandið frá nútíðini aftur til uppruna Føroya fólks frá landnáminum.
Formælið er eitt meistaraverk, bæði afturlítandi, ásannandi og framtíðarlítandi. Samstundis sum tað staðfestir, at hendan stjórnarskipan er fram um lógir.
Fyrsti partur – Stjórnarskipan er saman við formælinum tað berandi grundarlagið í øllum uppskotinum. Her verður staðfest, at Føroyingar eru tjóð og Føroyar eru land. Staðfesting er eisini av fólkaræðinum, valdsbýtinum, stjórnarstovnunum, flaggi, tjóðsangi, føroyska málinum v.m.
Annar partur – Rættindi er eisini grundleggjandi. Her verða staðfest øll rættindi og skyldur, sum borgarar landsins hava. Orðingin er greið og hevur, so vítt eg dugi at meta, alt við, sum eigur at vera í eini nútímans demokratiskari grundlóg.
Triði partur – Stýrisskipan fevnir um tað, sum nú er at finna í stýrisskipanarlógini frá 1995. Í uppskotinum eru ávísar broytingar frá galdandi skipan. Skal talan vera um at gera broytingar í uppskotinum undir viðgerðini í Løgtinginum, er tað mest í hesum partinum.
Spurningurin um val av løgmanni og um løgmaður kann útskriva nýval kann diskuterast. At varaløgmaður tekur við, um løgmaður fer frá, er heldur ikki upplagt. Um heitini fyri landsstýrið skal vera stjórn og landsstýrismaður skal vera ráðharri hevur helst ikki størsta týdningin. Skipanin kann lata upp fyri møguleikanum at broyta heitið sum frá líður. At uttanríkismálaráðharrin skal vera varaløgmaður, tað vil siga næstfremstur av landsstýrismonnunum, er eftir míni uppfatan ikki upplagt.
Spurningurin um fólkaatkvøðu er áhugaverdur og eisini týdningarmikil. Talan er í uppskotinum (øðrum parti – rættindum § 15, 3) um eina minnilutaverju. Ein triðingur av tingmonnum kunnu, tá ein lóg er samtykt, senda hana til fólksins góðkenning á fólkaatkvøðu. Hetta skal gerast í seinasta lagi eina viku aftaná, tingið hevur samtykt lógina. Hetta er bæði ein góð og ein vandamikil skipan. Tað góða er, at demokratiska hugsjónin kann roynast fullt út, men vandin liggur í, at skipanin verður misbrúkt og endar sum kverulantarí. Men um hon bert verður roynd í álvarsomum málum, er vandin ikki so stórur.
Annars umfatar stýriskipanarparturin væl meira enn núverandi lóg. Her eru møguleikar fyri umskipan, t.d. at løgtingsformaðurin, um hann gerst forseti, fær navnabroyting til løgmaður, og løgmaður verður forsætismálaráðharri. Eisini eru orðingar um samveldisviðurskifti. Dómstólaviðurskifti eru eisini tikin við. Alt samalt viðurskifti, sum gera stjórnarskipanina meiri fullkomna.
Støðan tá skipanin er endaliga samtykt
Í sjónvarpskjakinum beint undan jólum millum formenninar fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin vísti seg tíverri ein ósemja, sum gav okkum varhugan av, at hetta vala uppskoti var í vanda fyri at verða latið upp til politiskan skutil. Serliga formaður Sambandsflokksins sýndi ikki veruligt “engagement”, tá tað galt um at fáa skipanina framda í verki.
Vón mín er kortini tann, at allir partar leggja alla orku í at fremja stjórnarskipanina, og at tað verður gjørt í tinginum í hesari setuni, tað vil siga í seinasta lagi í apríl mánað. Síðani kann fólkaaatkvøðan vera í oktobur/novembur 2007. Tað hevur alstóran týdning, at arbeiðið verður gjørt liðugt áðrenn komandi løgtingsval. Kemur fyrst eitt val í millum er stórur vandi fyri, at øll avgreiðslan kemur í drag.
Tá ið stjórnarskipanin hevur fingið gildi, hava Føroyar fingið eina grundlóg, sum staðfestir Føroyar sum land og Føroyingar sum fólk og tjóð. Síðani er tað upp til Føroya fólk at skipa seg í ella uttanfyri samveldi við annað ella onnur lond, men allur sjálvsavgerðarrættur og sjálvræði liggur hjá Føroya fólki. Út frá hesari manfestatión skal framtíðin byggjast.