Uppskrift: Ein kopp av onkrum fjálgum

Soleiðis gert tú Aztekarakakao

Heitt kakao stavar frá aztekisku mentanini, og drykkurin varð fyrstu ferð gjørdur fyri 2500-3000 árum síðani. Í dag eru nógv ymisk sløg av kakao – úr sjokolátu, kakaopulvuri, kakaomjólk og øðrum. Aztekararnir kallaðu kakao fyri drykk gudanna, og teir drukku ofta kakao við kili til ymisk hátíðarhøld.

Aztekarakakao minnir um heitt kakao, men tað er gjørt út myrkari sjokolátu og vatni. Síðani er tað kryddað við kili og kaneil. Eitt sindur av vaniljuísi omaná ger drykkin eyka lekkran

Soleiðis gert tú Aztekarakakao:

Tilfar:
2 desilitur av vatni
2 súpiskeiðir av ahornsiroppi
Turkaðar kiliflykrur eftir tørvi
1 teskeið av kanelpulvuri
50 gramm av hakkaðari myrkari sjokoatu 70%
Vaniljuís

Mannagongd:
Blanda alt tilfarið undantikið vaniljuísin í eini grýtu og hita við miðalhita.

Tá sjokolátan er smeltað, verður alt tilfarið blendað við einum stavblendara ella vanligum blendara.
Stoyt í pen gløs við eini kúlu av vaniljuísi omaná. Borðreið beinaveg.

Tip: Smakkar eisini væl við umleið 4-8 cl av góðum myrkum rommi.