Ólavur í Beiti
Týsdagin svaraði fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, fyrispurningi frá Anitu á Fríðriksmørk, sum vildi hava at vita, hvussu stórur innflutningurin til privata nýtslu í árunum frá 1988 til 1998 var? Og hon vildi eisini hava at vita, um landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at tálma privatu nýtsluna í føroyska samfelagnum, og um so er, hvørjar?
Í drúgva svari sínum sigur fíggjarmálaráðharrin, tá ið hann tekur saman um , at samanumtikið kann ein neyvan siga, at nýtslueftirspurningurin, sum í løtuni sæst í innflutninginum av nýtsluvørum til húsarhaldið, er nakar trupulleiki fyri handilsjavnan ella gjaldsjavnan, sum støðan er í løtuni. Heldur ikki kann ein rokna við, at økti eftirspurningurin er nakar stórur trupulleiki fyri kostnaðarstøðið sum heild - tó kanska í byggivinnuni. Tað sær heldur ikki út til, at uppsparingin er nakað, ein eigur at óttast, tí hon liggur eftir øllum at døma rættiliga høgt enn.
Innflutningur
? Men ein kann ikki rokna við, at avlopið á handilsjavnanum heldur sær - og somuleiðis á gjaldsjavnanum. Ein grund er, at nýtsluvøruinnflutningurin framvegis veksur. Ein onnur er, at útflutningurin kann minka í virði, tí at prísirnir ikki halda sær so høgir, sum teir hava verið. Og at enda kann ein vænta, at tað rættiliga verður brúk fyri innflutningi til íløgur, bæði hjá tí almenna og í privatu vinnuni.
? Hetta verður kanska tað, vit fáa mest brúk fyri at hava eftirlit við og at stýra so væl, sum til ber. Bæði tí at trýst fer at koma á gjaldsjavnan, og tí at íløgueftirspurningurin kann leggja trýst á arbeiðsmarknaðin, svarar Karsten Hansen.
Samskipa íløgurnar
Og viðvíkjandi spurninginum um ætlanirnar hjá landsstýrinum, sigur fíggjarmálaráðharrin, at tá spurt verður, um ætlanin hjá landsstýrinum er at gera nakað fyri at minka um privatnýtsluna, verður oftast hugsað um hægri beinleiðis ella óbeinleiðis skatt. Men tað hevur onga meining at taka meira frá tí privata til tað almenna at brúka. Tað er eingin ætlan um at økja almennu inntøkurnar mótvegis teim privatu.
? Samgonguskjalið tosar um skattalættar heldur enn skattahækkingar sum ein liður í at lækka kostnaðarstøðið í landinum. Men gongdin í búskapinum verður viðgjørd, og eingin ivi er um, at neyðugt er at hava eitt vaki eyga við búskapargongdini í løtuni. Tað er so mangt, sum so skjótt kann venda.
? Í løtuni verður ikki arbeitt við tiltøkum at avmarka privatnýtsluna, men verður tað mett neyðugt, so verður tað gjørt. Persónliga halli eg meg meira til eina uppsparing, um tað skuldi gjørst neyðugt.
? Men tað, sum liggur í fyrsta umfari, er at samskipa samlaðu íløgurnar í samfelagnum bæði almennar, tað verið seg kommunalar ella landskassa íløgur, og privatar soleiðis, at vit ikki missa tamarhaldið á íløgunum, sigur Karsten Hansen at enda í svari sínum.