Uppstilling í Norðurstreymoy


Uppstillingarfundirnir eru nógvir um dagarnar. Í Norðurstreymoy hava bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin havt fyrsta uppstillingarfund

Uppstilling


Javnaðarflokkurin í Norðurstreymoy hevði fyrsta uppstillingarfund til løgtingsvalið um vikuskiftið. Fólkaflokkurin hevði sín fyrsta fund týskvøldið.
Tosið undan javnaðarfundinum hevur verið, um Helena Dam á Neystabø fór at stilla upp í Norðurstreymoy. Sjálv hevur hon avsannað hesi tíðindi, og tað er heldur einki, sum bendir á, at felagið í Norðurstreymoy er sinnað til at seta onnur enn lokal fólk á listan.
Á fyrsta upptillingarfundinum varð ein fyribils listi gjørdur, og mangt er, sum bendir á, at hann fer at standa óbroyttur eisini aftan á triðja uppstillingarfund, sum eftir ætlan fer at verða hildin sama dag, sum annar uppstillingarfundur verður, tann 24. februar.
Á fyribilslistanum eru fýra nøvn. Tvey mannfólk, og tvey konufólk. Kvinnurnar eru Soffi Egholm í Leynum, sum fyrr hevur búð í Danmark, har hon hevur verið virkin í politikki og onkuntíð enntá verið tiltakslimur til fólkatingssess. Hin kvinnan er Gunnvá Mortensen úr Hósvík, sum var uppstillað til fólkatingsvalið seinast.
Menninir báðir eru eisini gamlir kenningar á javnaðarlistanum. Hans Jacob Simonsen á Signabø var uppstillaður til kommunuvalið í Havn seinast, meðan Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, sum vera man eisini er á listanum.
Eisini Fólkaflokkurin hevur havt fyrsta uppstillingarfund í Norðurstreymoy.
Frá tí fundinum frættir Sosialurin, at eingin avgerð av nøkrum slagi er tikin, og einki navn er sett á nkran lista.
Nevnt verður, at til seinasta løgtingsval varð eingin listi gjørdur fyrr enn á triðja uppstillingarufndi, og soleiðis verður væntandi eisini hesaferð, sigur kelda okkara.
Spenningur er um, hvørt Jákup Suni Joensen, løgtingsmaður, fer at stilla uppaftur. Sosialurin hevur spurt hann, um so verður ella ikki, men hann sigur, at tað hevur hann ikki avgjørt enn.