Upptøka av næmingum verða nú aftur á Heilsuskúla Føroya

Tíðindaskriv

Heilsuskúli Føroya, fyrr nevndur Almanna og Heilsuskúli Føroya, fer nú aftur undir upptøku av heilsuhjálparanæmingum og heilsurøktaranæmingum. Heilsuskúlin heldur til í nýggjum hølum á Skúladeplinum í Hovi.
Heilsuskúlin hevur seinasta árið havt nógvar umsøkjarar. Fleiri av umsøkjarunum til heilsuhjálparaútbúgvingina við seinastu upptøku høvdu betur førleikar enn kravt verður í samband við upptøku, við tað at fleiri høvdu FHS útbúgving og ikki bert 10. flokk ella 9. flokk og eitt ára arbeiðsroyndir, sum er krav fyri upptøku.

Býtið av næmingum eftir økjum
Heilsuskúlin tekur í samband við upptøkur atlit til, at øll øki í landinum eru umboðað, so javnt sum tilber, og í tann mun umsøkjarar eru til tess. Talið á næmingum við seinastu upptøku var 25. Harav vóru 4 næmingar úr Suðuroy.

Fjølbroytt undirvísing
Heilsuútbúgvingarnar eru sera fjølbroyttar og tí geva hesar útbúgvingar førleikar at arbeiða breitt innan fyri Almanna- og heilsuverkið. Undirvísingarhátturin á Heilsuskúlanum tekur atlit at næmingunum ið hava fjølbroyttar læruførleikar, og tí er undirvísingin eisini fjølbroytt hvat ið arbeiðshættum viðvíkur. Hetta gevur næmingunum møguleika at arbeiða við fakligum evnium á kreativan hátt, og dømi um hetta er tá næmingarnir herfyri høvdu um lívssøguna í eini evnisviku og løgdu fram við at framføra ein sjónleik.


Uppskúling av psykiatriskum røktarum (pleygarum)
Sum nakað nýtt á heilsurøktaraútbúgvingini, so verður hesaferð og í 2-3 ár fram møguleiki hjá pleygarum, ið eisini hava sjúkrahjálparaútbúgving, og sum arbeiða innan fyri psykiatriska økið, at søkja inn til heilsurøktara. Hesin fakbólkur hevur ynskt at fáa møguleika til at verða uppskúlaður til heilsurøktara, og skúlin hevur gjørt tað møguligt við at gera eitt serligt frálæruskeið, so teir eftir uml. 40 vikum verða liðugt uppskúlaðir. Tey næstu 3-4 árini væntar Heilsuskúlin, at øll tey, ið ynskja at verða uppskúlað, hava fingið møguleikan.
Umsóknarfreistin til heilsuútbúgvingarnar, ið byrja í januar og mars 2010, er 15. novembur.