Upptakt KÍ-Dinamo Tbilisi: Mótstøðan er sum úr Superliguni

Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ, samanber mótstøðuliðið við ein miðal lið úr Superliguni

##med2##

KÍ skal í kvøld klokkan 19 spæla móti Dinamo Tbilisi úr Georgia í 3. undanumfarinum í Europa League. Dinamo Tbilisi er meistaraliði úr Georgia, men Mikkjal Thomassen hevur eina vón um, at tað verður ein javnur dystur, har KÍ kann gera eina NSÍ.

Dinamo Tbilisi hevur nevniliga áður verið í Føroyum og spælt. Tað var í Champions League í 2008, tá NSÍ vann returdystin 1-0, eftir at hava tapt 3-0. Í 2013 vóru teir aftur í Champions League ørindum. Hesa ferð móti EB/Streymi, sum tapti 9-1 eitt samanlagt.

- Hetta er meistarin í Georgia, so tað sigur seg sjálvt at teir eru góðir. Teir eru eitt lið í miðjuni ella botinum í Superliguni í Danmark.Vit síggja eisini spælarar koma úr Georgia til Superliguna. Teir eru eitt gott lið, men ikki so gott, at vit ikki kunnu gera nakað við teir, sigur Mikkjal K. Thomassen.

KÍ verður uttan Abubakar Ibrahim Aliyu. Hann er fyribils útihýstur úr KÍ, eftir at hann langt um leingi kom vegin fram úr Nigeria, orsaka av koronareglugerðum. KÍ hevur tríggjar spælarar, sum hava snuddir, men venjarin væntar at allir eru tøkir í kvøld. Tað merkir eisini Odmar Færø, sum mátti berast av vøllinum í Trongisvági sunnudagin. Hann hevur verið størsta ivamálið. Norðlýsið skrivar, at hann hevur vant síðani skaðan, men ikki fulla venjing.

”Dysturin skal verða upp á okkara primissur”

Spurdur um spæliætlan, so verður forkláringin long, um vit skulu taka allar smálutirnar, sigur venjarin, men vísur á nøkur lyklapunkt. 

- Vit ætla at fáa teir at spæla upp á okkara primissur. Vit hava fyrireika okkum væl upp á hvussu teir byggja sítt spæl, og hvussu vit niðurbroyta tað. Vit ætla at fáa hetta til eina javna uppgerð, sum so skal koppa til okkum, sigur Mikkjal K. Thomassen og leggur afturat:

- Teir spæla við tveimum 6 arum, og leypa á við fýra spælarum, har eitt nú áleyparin er royndur. Hartil hava teir ein skjótan og spennandi vong. Hetta liðið hevur ikki eitt álop, sum er á høgu stigi. Hetta er ikki í nærheitini av tí, sum vit møttu við Young Boys, sigur venjarin hjá KÍ, sum heldur at hetta er ein púra jøvn uppgerð.

- Vit vita akkurát hvar, og hvussu teir skora síni mál. Tað hava vit fyrireikað okkum uppá. Vit vænta at skapa nakrar støður við deyðbóltum og har vit pressa teir. Eg vænti tað er ein fifty-fifty møguleiki fyri at vinna, sigur Mikkjal Thomassen.

 ##med3##

Minni munurin hjá veddingarfyritøkunum

19 altjóða veddingarfyritøkur hava Dinamo Tbilisi sum favoritt at vinna á KÍ aftaná vanliga leiktíð, men Dinamo Tbilisi hevur langt frá somu favorittstøðu sum CSKA Sofia hevur móti B36.

Meðan oddsini uppá sigur til CSKA Sofia móti B36 aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,11 og 1,16, so liggja oddsini uppá sigur til Dinamo Tblisi á KÍ aftaná vanliga leiktíð millum 1,70 og 1,83.

##med4##

Meðan odds eru upp í næstan 25 fyri sigur til B36 á CSKA Sofia aftaná vanliga leiktíð, so liggja oddsini uppá sigur til KÍ aftaná vanliga leiktíð millum 3,85 og 4,90.

Oddsini uppá, at dysturin millum KÍ og Dinamo Tblisi endar við javnleiki aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,20 og 3,68. Tað merkir, at veddingarfyritøkurnar geva KÍ ein møguleika at koma víðari, meðan B36 fær tað avbera torført. 

Les eisini: Upptakt til CSKA Sofia-B36

Íslendskur dómari

Tað verður 38 ára gamli Þorvaldur Árnason úr Íslandi, ið dømir dystin. Þorvaldur Árnason hevur dømt í bestu íslendsku fótbóltsdeildini síðani 2008, og hann hevur verið altjóða dómari síðani 2010.

Les eisini: Royndur íslendskur dómari í kvøld

Þorvaldur Árnason hevur higartil dømt 43 altjóða dystir, harav fleiri undankappingardystir í Champions League og Europa League undankappingum. Hann hevur eisini dømt HM- og EM-undankappingardystir. Jóhann Guðmundsson og Andri Vigfússon vera hjálpardómarar. Fjórði dómari verur Petur Guðmundsson.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda klokkan 18.

FM1: Samrøða við Mikkjal Thomassen