Upptakt: Messi skal úr skugganum hjá Maradona

Champions League: Risar bresta saman í kvøld

Í kvøld verða tvær av fyrru 1/8 finalunum í Champions League. Lionel Messi skal á fyrsta sinni spæla móti Napoli á Sao Paolo, har landsmaðurin og fyrimyndin, Diego Maradona, bleiv halgimenni. Í London er eftirtøka av finaluni í 2012.

Napoli – FC Barcelona (Klokkan 20.00)

Napoli tekur móti FC Barcelona. Heimaliðið verður helst uttan stóru stjørnuna í verjuni, Kalidou Koulibaly, sum bara hevur spælt ein dyst í 2020. Hartil eru bakkarnir, Faouzi Ghoulam og Elseid Hysaj eisini ivasamir. 

Gestirnir úr Spania eru uttan Martin Braithwaite, sum just er keyptur. Hann hevur ikki loyvi at spæla í Champions League. Hartil eru Sergi Roberto, Jordi Alba, Ousmane Dembélé og Luis Suárez skaddir.

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Napoli og FC Barcelona møtast í kappingardysti. Stóra søgan undan dystinum hevur verið, at eftirkomarin hjá Diego Maradona, Lionel Messi, nú er á heimavøllinum, har Diego Maradona spældi seg í søgubøkurnar sum ein tann besti spælarin nakrantíð. Summi vilja verða við, at hann er tann besti nakrantíð.

Chelsea – Bayern Munchen (Klokkan 20.00)

Á Stamford Bridge møtast finalistarnir frá 2012, tá Chelsea vann eftir brotssparkskapping á Bayern Munchen. Heimaliðið er uttan týðandi miðvallaran, franska heimsmeistaran N'Golo Kante. Eisini sita Christian Pulisic og Callum Hudson-Odoi uttanfyri, men Callum Hudson-Odoi væntast at spæla aftur skjótt. Pedro og Ruben Loftus-Cheek eru tøkir, eftir smærri skaðar. 

Týsku gestirnir, sum síðani finaluna í 2012 hava vunnið fýra av fimm uppgerðum móti enskum liðnum, eru uttan Niklas Sule og Ivan Perisic, men baskiski Javi Martinez er tøkur aftur.

Champions League 1/8:

Napoli – FC Barcelona (Klokkan 20.00)

Chelsea – Bayern Munchen (Klokkan 20.00)