Upptakt: Tveir lítlir risar møtast

HM 2022: Í kvøld verður hálvfinalan millum Argentina og Kroatia, sum eisini er ein uppgerð millum Lionel Messi og Luka Modric

Í kvøld klokkan 19 verður hálvfinalan millum Argentina og Kroatia. Tað er eisini ein uppgerð millum tveir av risunum í altjóða fótbólti. Tað eru lágvaksnu bóltsnillingarnnir Lionel Messi og Luka Modric.

 

Teir eru í holt við sítt seinasta HM-endaspæl og hvørgan hevur roynt at vunnið HM, men báðir hava verið í finaluni. 35 ára gamli Lionel Messi var í finaluni í 2014, men tapti í longdari leiktíð móti Týsklandi.

 

37 ára gamli Luka Modric var í HM-finlauni í 2018 í Russlandi. Eisini hann var á tapandi liðnum. Kroatia tapti 4-2. Annar fær ein kjans afturat og í kvøld fáa vit at vita hvør teirra tað verður.

 

Fyri Argentina kemur tað illa við, at Angel Di Maria stríðist við ein skaða. Hann kom bara á vøllin í nakrar minuttur móti Hollandi í fjórðingsfinaluni. Hartil eru bæði Marcos Acuna og Gonzalo Montiel leikbannaðir.

 

Tá er lagið nakað betri í leguni hjá Kroatia. Har er ongin skaði og einki leikbann. Kroatia mátti eins og Argentina í lpngdaleiktíð og brotssparkskapping í fjórðingsfinaluni. Tí er vandi fyri, at nakrir spælarar eru kropsliga troyttir.

 

Dysturin verður spældur á Lusail leikvøllinum. Dómari verður italski Daniele Orsato.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Argentina: Emiliano Martinez; Nahuel Molina, Cristian Romero, Nicolas Otamendi, Lisandro Martinez, Nicolas Tagliafico; Rodrigo De Paul, Enzo Fernandez, Alexis Mac Allister; Julian Alvarez, Lionel Messi.

 

Kroatia: Dominik Livakovic: Josip Juranovic, Dejan Lovren, Josko Gvardiol, Borna Sosa; Luka Modric, Marcelo Brozovic, Mateo Kovacic; Andrej Kramaric, Mario Pasalic, Ivan Perisic.