Upsafiskiskapurin er vánaligur

Allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju í løtuni, men væntandi er, at onkur loysir í næstum.

 

 

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa. Skipini fáa eisini nakað av hjáveiði, men fiskiskapurin er sum heild vánaligur. Trý pør eru á gulllaksaveiði, og tað vera tey helst, til gulllaksakvotan er uppfiskað einaferð seint í summar.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir djúpvatnstrolararnir í løtuni liggja við bryggju, men væntandi er, at onkur loysir í næstum. Djúpvatnstrolararnir fiska mest kongafisk, blálongu og stinglaks.

 

- Fýra trolbátar eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og nakað av toski. Væntandi er, at trolbátarnir koma inn at landa fyrst í vikuni sum kemur. Møguliga fer onkur trolbátur aftrat út í næstum, verður lagt aftrat. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava hampiligan fiskiskap, og bæði skipini koma inn at landa síðst í næstu viku. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap.