Fiskivinna
Í seinastu viku kom rættiliga nógvur upsi upp á land kring landið. Hetta gjørdi, at tað av álvara stóð á hjá virkjunum at taka ímóti, og sum skilst var lítið at heinta við sølu av fiskinum uttanlands, tí heldur ikki har fekst nakar serligur prísur.
Upsin hevur leingi verið rættiliga smáur, men í heyst hevur hann verið heldur frægari til støddar, tó at miðalvektin í eini upsalast sjáldan liggur omanfyri 2 kilo fyri hvønn fiskin.
Ein bati var at hóma í upsaprísinum fyrr í heyst, og prísurin hevur ligið um 3,50 krónur fyri kilo. Men nú útboðið gjørdist so ógvuliga stórt, fall prísurin í summum førum heilt niður í 2 krónur fyri kilo.
Og tað er rættiliga lágur prísur hjá skipum og manningum.
Sum skilst, eru nøkur av upsaskipunum, sum landaðu í síðstu viku, farin á Íslandsryggin at royna eftir hvítum fiski fyri at vita, um tað kann geva nakað, nú prísurin á toski hevur verið góður.
Arbeiddu leygardagin
Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari á Fiskavirking í Vestmanna, sigur, at tað rættiliga stóð á hjá virkjunum at fáa upsan, sum kom upp á land í síðstu viku, undan.
- Trý av virkjunum hjá Føroya Fiskavirking ? virkini í Vestmanna, Havn og Saltangará ? arbeiddu øll seinasta leygardag, og í Vestmanna arbeiddu tey í tvey-skiftivakt.
Hann sigur, at á virkinum í Vestmanna arbeiða tey burtur av í tvey-skiftivakt, og stívliga 50 fólk eru á hvørji vaktini.
- Vit leggja dent á at virka upsan til portiónir, men nakað fer eisini í blokk ? alt eftir, hvussu fiskurin er til dygdar.
Jákup Eli sigur, at virkið í Vestmanna arbeiðir eini 150-160 tons av upsa um vikuna, men hetta avhongur av, hvussu miðalvektin er.
- Tað er ógvuliga fáir dagar, har miðalvektin á fiskinum liggur omanfyri 2 kilo. Gjarna er vektin niðanfyri ? og onkuntíð heilt niðri á 1,4 kilo í miðal.
Síðan Jákup Eli Thomsen tók við leiðsluni á virkinum í Vestmanna, 1. oktober í ár, hevur ikki tann stóra broytingin verið í støddini á upsanum.
- Men eg havi skilt, at fiskurin var uppaftur smærri í vár, sigur hann.
Nógvir arbeiðstímar
Hóast upsin framhaldandi er smáur, og prísirnir vóru í botni í seinastu viku, so gevur fiskurin kortini nógvar arbeiðstímar á virkjunum.
- Vit arbeiða sum nevnt í tvey-skiftivakt, og eg haldi ikki, at nakar dagur er dottin burtur ímillum, síðan eg byrjaði á virkinum fyri hálvum triðja mánaði síðan.
Hann sigur, at nú nøkur av upsaskipunum fóru á Íslandsryggin at royna eftir hvítum fiski, kann henda, at onkur lítil steðgur verður, men tað er ikki vist.
- Síðan eg byrjaði í Vestmanna, hevur verið neyðugt at arbeitt einar tveir ella tríggjar leygardagar, tá ið mest hevur verið at gera.
Jákup Eli Thomsen sigur, at virkið hjá Fiskavirking í Vestmanna hevur gott og støðugt arbeiðsfólk, men hann kundi hugsað sær at havt nakrar royndar reinskerarar aftrat.