Í góðveðrinum í gjár vóru nógv fólk úti og gingu í Klaksvíka við bátabrúgvarnar, Úti í Grøv og har um vegir. Á veg heimeftir bakkanum - niðan fyri Gravarbø, sat Erik Nielsen og hugnaði sær saman við konuni, Maria við Neyst, soninum og mammuni, Nilda.
Tey vóru í góðum lag og høvdu nógv at práta um. Eisini legði sonur Erik og Mariu uppí við onkrum lítlum á sponskum. Men so gekk ein krukka ella krúss runt teirra millum við onkrum grønum í. Hvat er hatta, mátti eg spyrja. Jú, greiddi Erik frá, hatta er mate, eitt slag av “grønum te” við hópin av grønum urtum, sum verður drukkið alla staðir í Argentina – í bussinum, eftir gøtuni ella á útferðum sum nú.
Krússið gekk so runt við eini súgvurøri í, sum líknaði eini silvurspón. Væl smakkaði og mamman, Nilda, helti meira heitt vatn útí úr eini termokannu.
Erik tosar ræðið føroyskt og greiddi frá, at mammuni dámar serliga væl at vera í Føroyum, og er hon her rættiliga ofta í mun til tað longu leið úr Argentina, har hon arbeiðir sum fysioterapeutur.
Saknar hon ikki hitan og sólina? Nei, tvørtur ímóti dámar henni betri sjaskveður og best er at vera á skíferð – Vit hava kanska ov nógva sól í Argentina, smíltist Erik.
Men tá ið Erik, sum er giftur Mariu úr Klaksvík og hevur búð her í sjey ár, eitur eitt so lítið argentinskt navn, sum Nielsen, greiðir hann frá, at ættarfólk hansara eru upprunaliga komin úr Svøríki til Argentina, um seinna heimsbardaga. Hetta er grundin til, at hann eitur Eriko Nielsen.
Mamman er sera hugtikin av Klaksvík og Føroyum, og tá ið hon nú hevði tvær umberingar fyri at koma – sólarmyrkingina og páskirnar, leyp hon avstað.
Í Argentina plaga tey at grilla nógv úti á páskum, sigur Erik Nielsen, sum er yngstur av fimm systkjum, og fær sær ein munn av mate og biður okkum góðar páskir.