Úrslit frá ársins fyrstu borðtenniskapping

Fyrsta borðtenniskappingin í 2025 varð spæld í høllini á Hálsi í Havn í dag, har 46 leikarar úr Tór og TBF dystaðust í 4. Grand Prix-umfari.

Ein av søgunum í dag var, at Fróði Fríðason Jensen aftur var ovastur í A-bólkinum, hesaferð eftir sigur á svianum, Anton Snygg, sum annars ikki hevði tapt ein dyst í hesum kappingarárinum.

 

Veteranurin, Kai Roest, gjørdi reint borð í B-bólkinum, har hann vann allar sínar dystir við sannførandi samlaðum settúrsliti áljóðandi 15-1. Hann verður sostatt aftur at síggja í A-bólkinum næstuferð.

 

Næsta kapping verður í Trongisvági um góðar tvær vikur, nevniliga tann 26. januar, tá ið 5. Grand Prix-umfar og Masters-kapping verður í Trongisvági.

 

Niðanfyri síggjast úrslit frá dagsins kapping, og á btsf.fo sæst ein myndarøð.

 

Úrslit - 4. Grand Prix-umfar

 

Bólkur A

 

1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)

 

2. Anton Snygg (Tór)

 

3. Ári Fríðason Jensen (Tór)

 

4. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

 

5. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)

 

6. Poul Knút Poulsen (TBF)

 

7. Edvard Faa Nårstad (TBF)

 

8. Jákup Margar Debess (Tór)

 

Bólkur B

 

1. Kai Roest (TBF)

 

2. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)

 

3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

 

4. Jóel Bringsberg (Tór)

 

5. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)

 

6. Suni á Lava (Tór)

 

Bólkur C

 

1. Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)

 

2. Bogi Bringsberg (Tór)

 

3. Faroe Chairoek (Tór)

 

4. Høgni Dalsgaard (Tór)

 

5. Viljar Dulavík (Tór)

 

6. Filip Restorff (Tór)

 

7. Benjamin Simonsen (TBF)

 

Bólkur D

 

1. Rókur Løkjá (Tór)

 

2. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)

 

3. Gullbrandur Arge Rasmussen (Tór)

 

4. Dávid Hansen (Tór)

 

5. Levi Simonsen (TBF)

 

6. Pumin Poulsen (TBF)

 

Bólkur E

 

1. Liam Steinkross (TBF)

 

2. Allan Christiansson (TBF)

 

3. Baldur Garðshamar (TBF)

 

4. Dávid Simonsen (TBF)

 

5. Erik Biskopstø (Tór)

 

6. Kaja Thomsen (TBF)

 

Bólkur F

 

1. Teitur Jespersen (Tór)

 

2. Filip Thorsteinsson (TBF)

 

3. Rúnar Gunnarsson (TBF)

 

4. Christian Restorff (Tór)

 

5. Mattias Nolsøe Dimon (TBF)

 

6. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)

 

Bólkur G

 

1. Dávur Dionsson (TBF)

 

2. Adrian Gunnleifsson Hvíthamar (Tór)

 

3. Rókur Kjærbo (TBF)

 

4. Martin Carlsson (Tór)

 

5. Heini Trygvason á Váli (Tór)

 

6. Angelina Øster (TBF)

 

7. Frej Thomsen (TBF)