Á urtagarðstúrinum verður farið úr Føroyum hóskvøldið 4. juni klokkan 21 og komið verður heim aftur sunnukvøldið 14. juni. Hetta er ein túrur, sum Smyril Line ger í samstarvi við eina kenda urtagarðsáhuga konu á Strondum, Evu Andersen.
Hon hevur áður gjørt slíkar túrar, men ikki við Norrønu, sum roynt verður hesaferð. Á hesi ferðini kemur Norrøna til Hirtshals leygarmorgun og farið verður heim aftur úr Hirtshals leygardagin eftir.
Teir fyrstu dagarnir á ferðini verða í Svøríki, hagar farið verður við bussi so skjótt, sum Norrøna kemur til Hirtshals. Farið verður í bussi úr Hirtshals til Frederikshavn og haðani til Gøteborg.
Urtagarðsáhugaða ferðalagið verður nú í Svøríki til týsdag, tá tey fara aftur til Danmarkar. Síðan verður restina av tíðini ferðast í Norðurjútlandi.
Bæði í Svøríki og í Norðurjútlandi verður vitjað á ymiskum urtagørðum. Urtagarðsferðin er fyrireikað niður í minstu smálutir, bæði við koyring, gisting og vitjanum, og føroyskur bussur verður við á allari ferðini, eisini upp til Svøríkis.
##med2##