Tað sá leingi út til, at US Open finalan í ár, bleiv ein dreyma finala millum Roger Federer og Rafael Nadal. Nadal greiddi sína skyldu við góðum spæli, men verri gekk hjá Federer í hálvfinaluni. Novak Djokovic vildi ikki geva seg og hóast Roger Federer hevði tveir match bóltar, so endaði spennandi hálvfinalan millum teir við einum fimm settara, sum Novak Djokovic vann.
Finlan skuldi verða í gjár, men nógva regni í New York ger, at finalan er útsett til í kvøld.
- Eftir eina strævna hálvfinalu, so er tað nokk ein fyrimunur fyri meg, at finalan er útsett í ein dag. Nú kann eg hvíla longri, sigur ein troyttur Novak Djokovic við Sky Sports.
Finalan er sett til at byrja umleið klokkan 21 í kvøld.