USA fer næstu 30 dagarnar at avtaka revsitiltøkini móti iranskari olju og oljuvørum, sum longu eru á tangaskipum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, stúrir fyri høga oljuprísinum og fer fyribils at avtaka amerikansku revsitiltøkini móti olju úr Iran.
Revsitiltøkini, sum nú verða avtikin í 30 dagar, fevna um iranska olju og oljuvørur, sum longu eru lastaðar umborð í tangaskipum.
Hetta fer at leggja 140 milliónir tunnur av olju aftrat á heimsmarknaðinum, og hetta fer at lætta um trýstið á orkuveitingarnar.
Tað skrivar amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, á X, fyrrverandi Twitter.
– Í veruleikanum fara vit at brúka iransku tunnurnar til at halda prísinum niðri, meðan vit halda fram við Operation Epic Fury, skrivar amerikanski fíggjarmálaráðharrin.
Oljuprísurin er hækkaður umleið 50 prosent, síðan Ísrael og USA lupu á Iran hin 28. februar.
Lesið eisini:
Iran skal gevast við at leypa á sivila skipaferðslu - https://www.in.fo/news-detail/fleiri-lond-krevja-at-iran-gevst-vid-alopum-a-skipaferdslu











