USA bað bretar fyrireika álop á Iran

Amerikanski herovastin í Irak, generalurin Ricardo Sanchez, bað bretsku herdeildirnar gera seg til reiðar at leypa á Iran. Men tann bretski herovastin segði nei

Í juli í fjør komu nakrir hermenn úr iransku tjóðarhirðini inn um irakska markið eystan fyri Basra har suðuri í Irak. Endamálið var helst ein roynd at herseta eitt irakskt øki, sum Iran fyrr hevur kravt at fáa ræðið á.

Sambært bretska blaðnum Daily Telegraph var amerikanski herovastin í Irak, Ricardo Sanchez, í øðini, tá hann frætti um teir iransku hermenninar. Hann ringdi alt fyri eitt til tann bretska herovastan og gav honum boð um at senda fleiri túsund hermenn at leypa á tær iransku støðirnar á markinum.

Men tann bretski ovastin segði nei. Hann royndi at sissa amerikanska generalin og segði, at bretar ætlaðu sær at loysa trupulleikarnar við samráðingum. Tað gjørdu teir eisini. Eftir at Jack Straw, uttanríkisráðharri, hevði tosað við iranska uttanríkisráðharran, Kamal Kharazi, tóku teir iransku hermenninir seg aftur.

Ein bretsk verjukelda sigur við Daily Telegraph, at høvdu teir bretsku hermenninir gjørt eftir boðunum frá Ricardo Sanchez, hevði tað ivaleyst endað í einum sonnum ragnarroki. Iranska tjóðarhirðin hevur 125.000 hermenn, 500 stríðsvognar og fleiri hundrað kanónir, og tí er ilt at ímynda sær, hvat hevði hent, sigur keldan.

Daily Telegraph skrivar, at tilburðurin í Irak minnir um tað, sum hendi í Kosovo, tá amerikanski herovastin í Evropa, Wesley Clark, gav bretskum hermonnum boð um at forða russiskum hermonnum í at taka valdið í floghavnini í høvuðsstaðnum Pristina.

-Eg ætli mær ikki at byrja triðja heimsbardaga fyri teg, svaraði tann bretski herovastin.