USA dubbar seg í Norðuratlantshavi

Amerikanarar endurstovna herskipaflota í norðara parti av Atlantshavinum

USA endurstovnar nú herskipaflota, sum skal varða av amerikansku eysturstrondini og Norðuratlantshavi.
Tað skrivar Reuters.

Fyri sjey árum síðani var Annar Flotin, sum flotadeildin var kallað, niðurlagdur orsaka av sparingum, og tí USA helt, at trygdarpolitiska støðan í heiminum var broytt. Nú stúrir USA fyri framferðini hjá Russlandi – eitt nú í Norðuratlantshavi – og tí verður gamla flotadeildin endurreist, skrivar Reuters.

– Vit eru komin aftur í eina støðu við kapping millum stórveldi, og trygdarpolitiska umhvørvið gerst alsamt meiri fløkt og avbjóðandi, sigur admiralurin John Richardson, í einari fráboðan.

Nýggja flotadeildin skal skal hava ráða yvir skipum, flogførum og hermonnum at gera landgongd. Enn er ikki greitt, hvørji skip verða partur av deildini. 

Seinastu árini hevur USA brúkt nógva orku til at stríðast í móti hernaðligum islamistum, men nú broytast raðfestingarnar nakað, og størri orka skal brúkast í Norðuratlantshavi aftur.