USA gevur Kina av grovfíluni fyri ov bíligar útflutningsvørur

Janet Yellen, fíggjarmálaráðfrú í USA, góðtekur ikki, at Kina við ríkisstuðli máar burtur ídnaðir hjá øðrum londum.

Janet Yellen, amerikonsk fíggjarmálaráðfrú, er í dag í Beijing. - Foto: Florence Lo/Reuters

USA góðtekur ikki, at Kina floymir altjóða marknaði við kunstiga bíligum kinesiskum útflutningsvørum og harvið undirgrevur útflutingsvirksemi hjá øðrum londum.

Soleiðis ljóðar ávaringin frá Janet Yellen, fíggjarmálaráðfrú í USA, sum í dag vitjar í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing.

– Vit hava sæð tað áður. 

– Fyri meira enn 10 árum síðani førdi stórur kinesiskur ríkisstuðul til, at bíligt kinesiskt stál floymdi á altjóða marknaðin og minkaði um ídnaðir kring heimin og í USA, sigur Janet Yellen.

Hon sipar til, at virki uttan fyri Kina – herundir í USA – mistu umsetning, tí tey ikki kundu kappast við kinesisku prísirnar.

– Eg havi gjørt tað greitt, at Biden forseti og eg ikki góðtaka ta støðuna aftur, sigur Yellen á tíðindafundi.

Tá vørur verða lýstar sum »kunstiga bíligar«, verður sipað til, at tær verða seldar fyri so lágar prísir, at tað í veruleikanum ikki kann mala runt hjá framleiðaranum.

Søluprísurin er altso so lágur í mun til framleiðsluútreiðslurar, at tað ikki er nakar veruligur vinningur við framleiðsluni uttan við stuðli aðrastaðni frá.

/ritzau/Reuters

 

Janet Yellen, amerikonsk fíggjarmálaráðfrú, er í dag í Beijing. - Foto: Florence Lo/Reuters