- Nato er ein verjusamgonga, og vit vilja ikki søkja ósemjur, segði Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari á tíðindafundi í Brússel í kvøld.

USA og Nato hava nú svarað Russlandi

USA og Nato vilja halda fram við diplomatiskum samráðingum um kreppuna við markið millum Russland og Ukraina. Men, so skal Russland eisini minka um hernaðarligu hóttanina á markinum millum londini.

 

- Nato er ein verjusamgonga, og vit vilja ikki søkja ósemjur, segði Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari á tíðindafundi í Brússel í kvøld.

USA hevur nú sent russiska forsetanum, Vladimir Putin, eitt skrivligt svar upp á teir spurningar, sum forsetin setti í desember. Tað upplýsti amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, á einum tíðindafundi í Washington fyrr í kvøld.

 

- USA og Nato bjóða Russlandi til samráðingar, um Russland velur diplomatisku loysnina og minkar um hernaðarligu hóttanina, sum er við markið millum Russland og Ukraina.

 

Uttanríkisráðharrin segði, at USA og Nato vilja diplomati, og at londini eru til reiðar at finna loysnir við samskifti og samstarvi, um Russland gevst við sínum "agressiónum" og harða "retorikki" mótvegis Ukraina.

 

Bæði amerikanski uttanríkisráðharrin og Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hildu tíðindafund í kvøld - fyrrnevndi í Washington og hin í Brússel. 

 

Skrivliga svarið, sum bæði Anthony Blinken og Jens Stoltenberg vísa til, er ikki almannakunngjørt, men útlendskir miðlar skriva, at í svarinum verður lagt upp til eina diplomatiska loysn av stríðnum, sum hevur tikið seg upp.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin legði tó aftrat, at USA og tess sameindu fara ikki at samráða seg til, at nakað land missir rættin til at velja sína egnu leið og sínar trygdarpolitisku sameindu.

 

Á sínum tíðindfundi endurtók Jens Stoltenberg nógv av tí, sum amerikanski uttanríkisráðharrin hevði sagt og legði dent á, at spenta støðan millum Russland og Ukraina eigur at verða loyst diplomatiskt.

 

Nato-aðalskrivari segði, at Nato eins og USA hevur svarað Russlandi skrivliga, og hann vísti á, at svarið hjá Nato byggir á trý høvuðsøki, sum Nato heldur kunnu betra um viðurskiftini millum partarnar.

 

Í fyrsta lagi snýr svarið seg um diplomatisku viðurskiftini millum Nato og Russland, har Russland hevur kvett diplomatisku bondini við Nato. Hetta ger, segði Jens Stoltenberg, at samskiftið er trupult.

 

Í øðrum lagi snýr svarið seg um trygdarstøðuna í Evropa, og har ímillum trygdarstøðuna í Ukraina. Í triðja lagi snýr svarið seg um at minka um hernaðarligu aktivitetirnar á markinum millum Russland og Ukraina, betri vápnaeftirlit, eisini um kjarnorkuvápnini.

 

- Nato er ein verjusamgonga, og vit vilja ikki søkja ósemjur, segði Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari á tíðindafundi í Brússel í kvøld.

 

 

 

 

 

- Nato er ein verjusamgonga, og vit vilja ikki søkja ósemjur, segði Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari á tíðindafundi í Brússel í kvøld.