Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witfkoff og russiski forsetin, Vladimir Putin. Teir hava fundast í fleiri umførum, men enn er eingin friðaravtala um Ukraina, og kríggið heldur fram

USA og Ukraina í nýggjum samrøðum

- Verulig framgongd í samráðingunum avhongur av Russlandi, sigur serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witfkoff

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witfkoff og russiski forsetin, Vladimir Putin. Teir hava fundast í fleiri umførum, men enn er eingin friðaravtala um Ukraina, og kríggið heldur fram

Ukrainsk og amerikansk samráðingarfólk fara á triðja degi at hittast í Miami í morgin, leygardagin.

 

Tað skrivar serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witfkoff, á X, fyrrverand Twitter.

 

Steve Witfkoff skrivar eisini, at verulig framgongd í samráðingunum avhongur av Russlandi.

 

- Báðir partar eru samdir um, at verulig framgongd móti einari avtalu avhongur av viljanum hjá Russlandi.

 

- Viljanum at binda seg til varandi frið, minkandi hernaðarvirksemi og at drápini halda uppat, skrivar Steve Witfkoff á X.

 

 

 

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witfkoff og russiski forsetin, Vladimir Putin. Teir hava fundast í fleiri umførum, men enn er eingin friðaravtala um Ukraina, og kríggið heldur fram