USA hevur sent Iran eitt uppskot í 15 punktum fyri gevast við krígnum.
Tað veit The New York Times at siga, og ávísin veit eisini, at eitt av punktunum er, at Iran skal gevast við at ríka uran.
Greitt er ikki, siga keldurnar, um Ísrael, sum hevur samstarvað við USA um álopini á Iran, stuðlar uppskotinum.
Eisini ísraelska sjónvarpsrásin, Channel 12, veit um uppskotið hjá USA at siga.
Sambært Channel 12 er ein vápnahvíld í ein mánað eisini partur av amerikanska uppskotinum.
Sambært útlendskum tíðindamiðlum er skipaferðsla eisini partur av hesum.
Skipaferðslan gjøgnum Hormussundið er steðgað, síðan USA og Ísrael lupu á Iran.
Umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi hevur verður flutt gjøgnum Hormussundið, sum nú at kalla er stongt orsakað av krígnum.










