USA óttast kropsbumbur í flogførum

Myndugleikarnir í USA stúra fyri, at yvirgangsmenn, sum ætla sær at spreingja eitt ferðamannaflogfar á flogi, fara at fjala spreingievnið við at operera tað inn í kroppin

Tað sigur tann serligi trygdarráðharrin, Janet Napolitano. Hon leggur dent á, at amerikanararnir hava einki prógv fyri, at nakar gongur við ætlanum um eitt álop við einari kropsbumbu, men at hetta er ein møguleiki, sum myndugleikarnir mugu taka í álvara.

Sum dømi um hvat yvirgangsmenn kunnu finna uppá, nevnir Janet Napolitano tann nigeriska "undirbuksumannin" Umar Farouk Abdulmutallab, sum royndi at spreingja eitt flogfar í Detroit í 2009 við spreingievni, sum hann hevði fjalt í undirbuksunum. Maðurin hevði fjalt 76 gram av spreingievni í undirbuksunum, men tá hann skuldi spreingja tað umborð á einum flogfari hjá Northwest Airlines, brast bumban ikki. Ístaðin fyri bleiv Abdulmutallab tikin og settur í fongsul. Har verður hann sitandi, tí hann fekk fýra ferðir lívlangt fongsul umframt 50 ára fongsul fyri yvirgangsroynd.

Janet Napolitano sigur, at myndugleikarnir eru altíð á varðhaldi og taka øll fyrivarni.

-Vit broyta javnan okkara arbeiðshátt, tí okkara mótstøðumenn skulu ikki vita, hvussu okkara trygdarskipanir í floghavnunum virka, sigur ráðharrin.