USA ávarað um Lehman-kollaps

Amerikansku myndugleikarnir vórðu ávaraðir um, at alt ikki ruggaði sum tað skuldi hjá Lehman Brothers so tíðliga sum 1. mars 2008

Børsen skrivar, at amerikansku myndugleikarnir langt framman undan Lehman-kollapsinum vórðu ávaraðir, men bæði fíggjareftirlitið og amerikanski tjóðbankin lótu ikki hesar ávaringar við seg koma.
Tað hevur sett ferð aftur á kjakið um, hvussu nógv myndugleikarnir vistu um støðuna í bankanum, sum umvegis sítt krakk setti í gongd á tað, sum seinni skuldi gerast til altjóða fíggjarkreppuna, sum hevur kostað milliardir av krónum og milliónir arbeiðsleys.
Ávaringin kom frá kappingarneytunum í Merril Lynch, ið júst av kappingarávum setti seg í samband við kappingareftirlitið um roknskaparskipanina, ið Lehman Brothers nýtti viðvíkjandi teirra likviditeti.
Vit byrjaðu at fáa telefonuppkall frá íleggjarum og fyritøkum um skuld okkara. Tá vit ikki trúðu tølunum hjá Lehman, og hildu, at teirra útrokningar vóru skeivar, settu vit okkum í samband við myndugleikarnar, sigur ein fyrrverandi starvsmaður hjá Merril Lynch, ið nú starvast hjá einum øðrum stórbanka, við Financial Times.
Útrokningarskipanin hjá Lehman Brothers fekk tað at síggja út til, at bankin hevði besta likviditetin í fíggjarverðini, og tað høvdu starvsfólk hjá Merril Lynch ilt við at trúgva. Í tilgongdini umhugsaði Merril Lynch eisini at skifta útrokningarskipan, fyri at standa sterkari á pappírinum í kappingini.
Amerikanska fíggjareftirlitið hevur ikki vilja gjørt viðmerkingar til Financial Times, og New York Fed hevur ikki fingið staðfest, um ein samrøða við Merril Lynch er farin fram ella ikki, skrivar danska blaðið Børsen.