Útihýsir ongum flokkum undan løgtingsvalinum

Formaður javnaðarfloksisin heldur tað vera skeivt at útihýsa nøkrum flokkum at vera við í eini samgongu, har javnaðarflokkurin er við. Tað skal tó eingin ivi vera um, hvar flokkurin stendur, nú val er útskrivað.

Hóast valið júst er útskrivað, so eru longu komin boð uppá nýggjar samgongur eftir valið. Í sjónvarpssendingini mikukvøldið fiskaði Óli Breckmann, formaður fólkafloksins eftir eini borgarligari samgongu millum fólkaflokk og samband. Formaðurin í tingbólki sambandsfloksins Atli Hansen vísti ikki aftur hesum møguleikanum. Luitjen Apol, formaður í Verkamannafylkingini helt ta bestu samgonguna vera millum javnaðarflokk, tjóðveldisflokkin og Verkamannafylkingina.

Sosialurin hevur spurt formannin í javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, hvat boð hann hevur uppá eina samgongu eftir valið!

-Tað er sjálvandi alt ov tíðliga nú at koma við einum boð uppá samgongu, tí hetta veldst júst um valúrslitið. Eg haldi sjálvur, at tað er skeivt longu nú at útihýsa nøkrum samgongumøguleikum. Her mugu allar dyr standa opnar. Men verður tað í einum komandi valskeiði brúk fyri at gjøgnumføra nakrar størri reformar bæði í sambandi við ríkisrættarligu viðurskiftini og okkara egnu viðurskifti, so verður helst brúk fyri eini sterkari samgongu, ið torir at taka stórar avgerðir um broytingar, og slík samgonga má helst fáa stuðul frá teimum stóru flokkunum. Harvið er heldur ikki rætt her og nú at útiloka nakrar av teimum smærri flokkunum leggur hann aftrat.


Álit alt at siga

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað verður sera spennandi eftir valið, tí vit skulu til at brúka ein heilt nýggjan hátt til at skipa landsstýri. Løgtingsformaðurin skal í samrøðum við floksformenninar lodda dýpið, hvør, ið hevur størst møguleika fyri at kunna skipa eina samgongu. Hetta fer at seta stór krøv til flokkarnar. Tað er ikki nokk, at flokkurin og floksformaðurin eru væl umtóktir hjá sínum egnu, men at hann eisini hevur álit millum hinar flokkarnar. Tað kann jú vera, at onkur av smáu flokkunum skjýtur



upp ein ávísan floksformann til løgmann, og tá kann so vera størri undirtøka fyri einum løgmanni enn fyri einum øðrum.

Jóannes Eidesgaard dylur ikki fyri, at tað er alfa og omega fyri javnaðarflokkin at vera við til at skipa komandi landsstýrið.

-Tað er øgiliga týdningarmikið fyri ein flokk, sum er í framgongd, at hann er við til at stýra landinum komandi fýra árini.


Oli B og tað almenna

Hvat viðvíkur seinastu orrustini á Tingi, áðrenn tingformaðurin sendi tað heim, í sambandi við privatisering og Strandferðsluna, so finst formaður javnaðarfloksins harðliga at tí sera ósakligu og óseriøsu viðgerð, sum formaðurin í fólkaflokkinum hevur givið teimum fólkum, sum arbeiða á SL.

-Tað kemur als ikki óvart á meg, hvat Óli Breckman sigur, men at ein tingformaður, sum skal eitast at hava hægstu tign, skal góðtaka slík álop á starvsfólk hjá tí almenna umframt at sjálvur løgmaður skal taka undir við slíkum, tað harmar meg stórliga. Har lækkaði virðingin fyri tinginum ómetaliga nógv.

Jóannes Eidesgaard, sum í hesum døgum er í Danmark, har hann skal tosa við Poul Nyrup Rasmussen og annars vera við til fólkatingssetanina sigur við Sosialin, at javnaðarflokkurin fer nú at fyrirreika seg til eitt valstríð, sum hann vil gera sítt til verður siðiligt, sakligt og seriøst.