Útihýstur og fingið munnkurv

PSG-leikari spilti venjaran út, og tað kann koma at kosta honum dýrt.

Um vikuskiftið høvdu PSG-fjepparar og onnur áhugað møguleika at seta Serge Aurier spurningar umvegis appina Periscope, har hann fekk nógvar spurningar um liðfelagar og venjarar í PSG.


Tað kom hann ikki serliga væl frá. Serge Aurier segði nøkur orð um høvuðsvenjaran, Laurent Blanc, sum vóru somikið ónærislig, at tey ikki hóska seg at endurgeva.


- Eg tók tað illa upp. Vit liva í einum demokratiskum samfelag og tú kanst halda hvat tú vilt, men hvat viðvíkur Serge Aurier, so havi eg arbeitt við at fáa hann til felagið, og hetta er takkarlønin, segði Laurent Blanc á tíðindafundi í gjár.


Tíðindafundurin var í sambandi við Champions League-dystin ímóti Chelea í kvøld, har Serge Aurier ikki spælir við. Hann er útihýstur úr hópinum og hevur fingið forboð at tosa við liðfelagarnar.


Mánadagin í næstu viku tekur PSG endaliga avgerð um hvat henda skal við Serge Aurier, men tað eru tekin bæði í sól og mána um, at dagar hansara í franska stórfelagnum eru taldir.