Útisetadagur fluttur til 29. desember

Ætlaði útisetadagurin í Vági verður sunnudagin hin 29. desember - og ikki 22. desember.

 

Ætlaði útisetadagurin í Vági verður sunnudagin hin 29. desember í Fjarlestrardeplinum - og ikki hin 22. desember í Stóra Pakkhúsi.

 

Tað sigur Vágs kommuna, ið fyriskipar tiltakið og sum fer at taka ímóti vágbingum í útlegd, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

- Jólini og nýggjárið er tíðin, tá nógvir útisetar leita aftur til heimstaðið at verða saman við familju, vinum og kenningum. Hetta eru dagar, har fólkatalið í bygd og bý kring landið er væl hægri enn vanligt.

 

Vágs kommuna vísir á, at tað helst eru fáir dagar á árinum, har tað eru so nógvir vágbingar í útlegd savnaðir í Vági sum hesa ársins tíð.

 

- Tí hevur Vágs kommuna eisini gjørt av at skipa fyri einum útisetadegi í Vági, sum nú altso verður sunnudagin hin 29. desember klokkan 15.

 

Lagt verður aftrat, at allir vágbingar í útlegd - antin tey eru stødd í útlegd aðrastaðni í Føroyum ella uttan fyri landoddarnar - eru vælkomnir.

- Endamálið við tiltakinum er at fáa vágbingar í útlegd at seta orð á, hvussu tey uppliva Vág og Vágs kommunu í 2013? Hvørja Vágs kommunu droyma tey um at flyta aftur til?

 

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum reistir vera í samband við útisetadagin í Vági.