Nógvir føroyingar fóru til Íslands at arbeiða eftir Kríggið, og fleiri búsettust og vórðu verðandi.
Tá Sosialurin herfyri vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík.
Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum.
Jens fór til Íslands beint fyri krígslok, í apríl mánaða 1945, at arbeiða.
Saman við einum systkinabarnið fór hann til Akureyrar, har ein mammubeiggi búði.
Jens var í Íslandi til 1948, tá hann fór heim aftur og var heima í eitt gott ár.
Í november mánaða í 1949, fór Jens aftur til Akureyrar, har hann var til 1953.
Tá flutti hann til Grindavíkar, har hann fór at fiska.
Konan, Maria, sum er ættað úr Hovi, flutti eisini, og síðan hava tey búð fast í Íslandi.
Í Grindavík var Jens fyrst við einum útróðrarbáti í eitt ár, til hann fór við trolara úr Reykjavík.
Einaferð var ein skipari, sigur Jens, sum skuldi til Fredrikshavnar eftir einum báti, sum hevði skift motor. Hesin skiparin vildi av einihvørji ørsøk ikki hava verfaðirin við, og bað tí Jens koma við sum kokk.
Tað gjørdi hann, sigur Jens, og varð so verðandi har umborð tað summarið. Men annars hevur hann mest verið við trolara, greiðir hann frá.
Í 1968 legðist hann uppi og hevur tykist við ymisk arbeiði. Seinastu tólv árini hevur hann verið náttarvakt á einum heimi fyri evnaveik, sigur Jens.
Fallin væl til
»Mær dámdi væl í Íslandi,« sigur Jens. »Ein beiggi mín kom eisini yvir. Hann býr nú á Akureyri, og ein systir var eisini har yviri. Hon var komin til Íslands í 1947 og býr nú í Reykjavík.«
Tað eru rættiliga nógvir føroyingar í Íslandi, sigur Jens. Men trupult er at skráseta teir.
Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis, og hartil kemur, at nógvir hava skift nøvn. So ilt er at síggja á navninum, um persónurin er føroyingur ella íslendingur, sigur Jens, sum jú sjálvur hevur íslendskt navn nú.
Tað er gott at vera í Íslandi, sigur Jens. Og tá so børnini fóru í skúla, varð meiri torført at flyta, sigur hann. Bíðað varð fyrst, til skúlin var liðugur. So var tað framhaldsskúli og onnur útbúgving. Og áðrenn ein veit av, eru tey vaksin, og hava onnur áhugamál.
Jens og Maria eiga fýra børn. Tríggjar synir og eina dóttur.
Tey eru øll fødd í Íslandi. Men bara tvey teirra, dóttirin og ein sonur búgva í Íslandi. Hini báðir beiggjarnir eru fluttir aftur til Føroya.
Annar, Oddgeir Jensson, sum hevur føroyska konu, býr á Tvøroyri, og hin, sum eitur Hjalti Jensson, býr í Hovi, haðani mamma hansara er ættað. Hjalti hevur íslendska konu, sigur Jens, og tey trívast væl í Hovi, letur hann at.
Systirin og yngsti beiggin, eru bæði gift í Íslandi og búgva har.
Jens gleðist yvir, at tað hevur gingið synunum væl í Føroyum. Teir hava havt nokk at gera alla tíðina, sigur hann.
Sjómansheimið
»Søgan um Sjómansheimið Ørkina er so long,« sigur Jens og smílist, »at eg rokni ikki við at liva so leingi, at eg komi at siga hana alla.«
Men hann heldur seg til at byrja kortini.
Gamla Sjómanssstovan í Reykjavík varð vígd í 1958, greiðir Jens frá, og Johan Olsen, trúboðari, var hvørt ár í eini 30 ár í Reykjavík.
Men tað kom so har til, at húsið gjørdist gamalt og skuldi takast niður ella flytast, tí tað slapp ikki at standa í Skúlagøtu meir, minnist Jens.
Men tá vóru góðar tíðir í Føroyum, Og fólk hildu tað vera keðiligt, at einki sjómansheim ella -stova var í Íslandi.
Hóast tað ikki júst tá vóru so nógvir føroyskir sjómenn í Íslandi, var tó onkur, sum helt, at teir kundu koma aftur. Og um so var, at ringar tíðir komu aftur í Føroyum, hevði verið gott at havt eitt sjómansheim at komið til í Íslandi, so tað ikki gjørdist, sum tað var, tá føroyingarnir vóru flestir í Íslandi, og einki høvdu at koma til.
Peningasavnan
Longu áðrenn nøkur bygginevnd var stovnað, greiðir Jens Petursson frá, varð stovnaður ein kvinnuringur, og eisini varð savnað inn í smáum til eitt sjómansheim.
Fyrsti formaður í bygginevndini var Jacob Mortensen, ættaður úr Øravík. Og formaður fyri kvinnuringinum var Justa Mortensen, eisini úr Øravík. Kvinnuringurin er til enn í dag, sigur Jens.
»Tey bæði arbeiddu nógv fyri Sjómansheimið,« greiðir Jens frá. »Men tey eru nú bæði farin,« sigur hann.
Jacob upplivdi kortini, at húsið varð vígt, og hann kom ofta á møti her, eftir tað, sigur Jens.
Skrivað varð heim til Føroyskar myndugleikar, og loyvið varð givið at byggja eitt sjómansheim.
Jens sigur, at tað var serliga Rikard Mortensen, sum var kassameistari, sum samráddist um at fáa bygginevndina setta.
So varð farið at savna pening til tess, at arbeiðið kundi fara í gongd í Reykjavík.
Og innsavningin var við lutaseðlasølu, sum nógvir føroyingar vita um at siga.
Í byrjanini varð keyptur ein bilur til vinning, men tað gav ikki tað stóra, tí útreiðslunrar gjørdust ov nógvar. So varð hildið upp at við at luta bil burtur, sigur Jens.
Løgtingið gav eisini nakað av stuðuli, minnist hann.
Sjálvboðið arbeiði
Í 1975 varð farið undir at stoypa fundamentið undir sjómansheiminum.
Grundstykkið varð keypt, og pengar vóru læntir frá kvinnuringinum. Tó ikki alt.
Løgtingið lat eina hálva millión, sum útgoldin varð í einum, og fyri teir pengarnar, varð húsið stoypt í einum, greiðir Jens frá.
Eisini kvinnuringarnir í Føroyum hava savnað pening inn.
Og so varð arbeitt eftir, sum pengar vóru til.
Jens greiðir frá, at tað eru fleiri fólk, sum hava brúkt sína frítíð til at arbeiða ókeypis við byggingini av Sjómansheiminum.
Hann nevnir tveir brøður av Skipanesi, Jonhard og Regin Joensen, sum saman við fleiri øðrum hava verið einar fýra- fimm summarferiur ig arbeitt tá sjómansheiminum.
Millum annað komu føroyingarnir við føroyskum gróti, sum lagt er uttan fyri høvuðsdyrnar.
Lán varð so tikið til at gera húsið liðugt fyri, sigur Jens.
Hetta var í 1990 og arbeitt varð so av fullari kraft, til liðugt var. Og húsið varð vígt í 1991.
Eftir at húsið var liðugt, fóru skipanesbrøðurnir undir at gera parkeringsplássið liðugt, sigur Jens.
Og her leggur leiðarin á Sjómansheiminum, Eirný Ásgeirsdóttir, afturat, at Jens er kanska nakað »beskeðin«, tí hansara partur liggur sanniliga ikki eftir. Hann hevur brúkt rættiliga nógv av síni frítíð til arbeiðis á Ørkini, sigur hon.