Í dag komu fyrstu útlendsku svimjararnir á venjingarlegu í Páls Høll. Talan er um svimjarar úr Týskalandi og úr Danmark.
- Við Páls Høll eru umstøðurnar til at koma á venjingarlegu í Føroyum vorðnar framúr góðar. Og tá ein av viðurkendu venjarunum í Evropa er venjari í Vági, so er tað nærlagt at leggja leiðina hendan vegin á venjingarlegu, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Páls Høll.
Fimm svimjarar, tríggir týskarar og tveir danir, komu í gjárkvøldið til Vágs saman við Rene Thomsen, sum er formaður fyri DSTS (Dansk Svømmetræner Sammenslutning).
Týsku Finn (16 ár), Max (21 ár), og Shirin (sum verður 15 ár í feburar) eru úr Lüneburg, sum er 20-30 min uttanfyri Hamburg.
Donsku Lærke og Christian, sum bæði eru 16 ár, eru millum bestu juniorar í Danmark. Tey eru komin til Vágs at venja saman við Sáru R. Nysted og Róland Toftum.