Útlendingar læra føroyskt á telefonini

Nú verður arbeitt við at fáa tænastuna "Faroese Online" tøka á føroyskum. Hetta er undirvísing í føroyskum máli, sum skal verða tøk á netinum og sum app á telefonum. Tænastan, sum skal verða ókeypis, er serliga roknað útledingum.

Nú verður arbeitt við at fáa tænastuna "Faroese Online" tøka á føroyskum. Hetta er undirvísing í føroyskum máli, sum skal verða tøk á netinum og sum app á telefonum. Tænastan, sum skal verða ókeypis, er serliga roknað útledingum.

Ein teirra, sum stendur fyri arbeiðinum er Hjalmar Petersen, lektari í málfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Hann sigur, at hetta arbeiði verður gjørt í samstarvi við Háskúla Íslands og málskeið teirra Icelandic Online. Tøknifrøðiliga verður føroyska útgávan eisini tillaga ta íslendsku, og sami platformurin nýttur

 

Icelandic Online er málskeið, sum er fyri útlendingar og máláhugaðar íslendingar annars, og skeiðið hevur fingið viðurkenning fyri íkastið og stuðulin they hava latið íslendska málinum. 

 

Interaktivu skeiðini eru á ymiskum torleikastigum, og nýta ljóð og myndir eisini. Væntandi verður Faroese Online atkomuligt á netinum, og sum app til telefonini í 2017. Setrið hevur fingið játtað 80.000 krónur í stuðuli til verkætlanina frá Nordplus, men hevur ikki fingið almennan stuðul til endamálið. Av tí at fíggjarligi stuðulin ikki røkkur til øll torleikastigini, verður siktað eftir at gera fyrsta torleikastig atkomuligt á føroyskum, sigur Hjalmar Petersen.

-Hetta verður einfaldir setningar, so sum "Eg eiti..." og líknandi, greiðir Hjalmar Petersen frá.

 

Hjalmar Petersen noktar ikki at fleiri av torleikastignum verða gjørd í framtíðini, men hann leggur dent á, at tað velst um tíð og pening.

 

Icelandic Online kan oynast ókeypis her