Útlitini fyri Klaksvík eru sera góð

- Eg vóni at brúka meiri tíð saman við okkara tvey ára gomlu dóttir, Vón. Tað gevur lívinum innihald og nakrar fantastiska stuttligar løtur, sigur Jógvan Skorheim

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?


- Árið hevur verið hendingaríkt. Nógv hevur verið á skránni, og avbjóðingarnar hava verið ymiskar. Samstundis, sum býráðsarbeiðið hevur fylt nógv, so kann eg eisini gleðast um, at vit brúktu summarið á føroysku klettunum og í tí fantastiska summarveðrinum. Nakrir fantastiskir dagar á Trøllanesi og í Hvalba, har vit sum familja kundu taka okkum av løttum. Slíkt er gull vert, tá tú skalt røkja eitt slíkt arbeið, sum eg eri settur til. 

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Eg keypi so at siga ongantíð fýrverk, og tað havi eg ikki gjørt tey seinastu 15 árini. Kvøldið byrjar saman við familjuni og síðani verður farið á góða gamla posthúshornið, har bólkar fara at framføra, býráðið bjóðar ókeypis suppu, og har "listavirðisløn Nólsoyar Páls" verður handað til eitt listafólk, ið hevur sett kommununa á kortið. Eg vænti eina hugnaliga løtu, saman við nógvum norðoyingum, har hugni fer at merkja kvøldið.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Eg havi íðkað nógv í mínum lívi, men tað hevur ikki verið raðfest fremst í seinastuni, so tað fari eg at taka upp aftur. Eg havi teknað meg til Full Power, ið er ein nýggj "dilla" í Klaksvík, og so ætli eg mær eisini at lesa fleiri bøkur. Tað er nakað, sum mær dámar sera væl, men sum eisini hevur ligið eitt sindur á láni í 2013.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Eg vóni at brúka meiri tíð saman við okkara tvey ára gomlu dóttir, Vón. Tað gevur lívinum innihald og nakrar fantastiska stuttligar løtur.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Skal eg lata meg í borgarstjórahattin, so eru útlitini fyri okkara kommunu sera góð. Vit hava nakrar spennandi verkætlanir fyri framman, sum heilt víst fara at broyta Klaksvík og okkara kommunu. Startskotið til miðbýin verður veruleiki, skúlin á Ziskatrøð fer í gongd, og fólk fara at merkja stóra barnalættan, sum býráðið samtykt herfyri, sigur Jógvan Skorheim.