Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at átta frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.
- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap, bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi.
Lagt verður aftrat, at væntandi fór ísfiskalínuskipið eisini út aftur um vikuskiftið.
Útlitini til útróður hesa vikuna eru einki serlig. Streymurin verður ikki nakað serligur, og veðrið verður óstøðugt.
- So, vit vænta ikki nógvan útróður hesa vikuna. Annars hava útróðrarbátar havt brúkiligan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.











