Útnorðurparturin av Norðurlondum

.

HESA vikuna hevur fundur verið í Norðurlandaráðnum. Fundurin hevur verið í finska høvuðsstaðnum Helsingfors.


SUM vanligt er hava eisini føroyingar verið við á fundinum. Tvs. landsstýrismenn og umboð fyri løgtingið.


BÆÐI tey føroysku tingumboðini í Norðurlandaráðnum, Marita Petersen og Jørgen Niclassen tosaðu á fundinum og nomu har við spurningar, sum rætt er at tríva í her eisini.


Í røðu síni fegnaðist Marita Petersen um gongdina í Norðurladnaráðnum hetta seinasta árið. ?Vestnordens Parlamentariske Samarbejdsråd? gjørdist hetta árið til ?Vestnordisk Råd? - Útnorðurráðið - og hevði tað havt møguleika at møta sum eygleiðarar til tiltøk hjá Norðurlandaráðnum. Marita Petersen helt, at tað eigur at verða lagdur enn størri dentur á hetta forum. Hon helt annars, at fundurin gav eina eitt sindur avskeplaða og reingjandi mynd av Norðurlondum í dag. Tosað verður sum um at Norðurlond bert er økið rundan um Eystursjógvin segði hon.


Í HESUM sambandi vísti tingkvinnan á, at tað eisini er ein norðurlendskur heimur í Norðuratlantshavi ella í Útnorði, sum tað verður nevnt. Hesin parturin er hóast lítið fólkasterkur tó stórur og telur 2/3 av øllum tí norðurlendska økinum. Hetta økið er við síni vídd og ríkidømi ein sera týdningarmikil partur av Norðurlondum, sum ikki bara kann gloymast. Hetta var eisini nakað, sum hin føroyskir limurin, Jørgen Niclassen tók fram.


VIT kunnu ikki annað enn taka fult og heilt undir við teimum báðum føroysku umboðunum í Norðurlandaráðnum, tá hesi gera vart við, at tað eisini er ein norðurlendskur heimur uttan fyri Eystursjógvin. Fyri okkum stendur tað eisini púra greitt, at so við og við, sum umheimurin og har eisini hini norðurlondini, av álvara fær eyguni upp fyri tí stóra ríkidømi, sum júst Útnorður eigur og goymur, so fer pípan at fáa annað ljóð. Tað áhugverda í hesum høpinum er tann sannroynd, at orðið ríkidømi hevur so nógvar týdningar. Ein síðu av hesum er tann búskaparliga, ein onnur tann mentanarliga og menniskjansliga.


HUGSAÐ við um fiskastovnarnar, um møguliga olju- og gassríkidømið og ikki minst um tær stóru menniskjansligu ressoursirnar, sum fólkini her eiga, so er talan um ein heimspart, sum uttan iva fer at hava stóran týdning fyri búskapin í heiminum sum heild, tá vit fara inn í næstu øld. Og hugsa vit um ta menniskjansligu og mentanarligu síðuna, so finst her eisini stórt ríkidømi.


TAÐ er rætt at gera vart við misjavnar og manglandi áhuga, men samtíðis er eisini rætt at takka hinum norðurlondunum kring Eystursjógvin fyri teirra stóra og góða vilja at vera við til at verja og menna mentanina í Útnorðuri. Vit í Føroyum hava t.d. havt ómetaliga stóra nyttu og gleði av tí mentanarliga samstarvinum, sum hevur verið og er. Og einki er at ivast í, at tað kanska nettup er við tí mentanarliga samstarvinum sum grundarlag, at hesir partar av Norðurlondum fara at knýta tættari bond. Mentanin, sum er ein av berarunum av okkara framkomnu vælferðarsamfeløgum, og sum byggir á okkara ymisku men kortini so nærtengdu mál, er tann brúgvin, sum skal knýta umrøddu lond enn meira saman. Latið okkum sum føroyingar varðveita okkara sereyðkenni, latið okkum vera krittisk og fremja dialogin mótvegis umheiminum, men latið okkum eisini stíga fram og vera takksom fyri tað góða og positiva, sum er hent og hendir. Latið okkum vera opin fyri tí skilagóða og sunna, sum kemur uttanífrá, og her ikki minst frá hinum Norðurlondunum. Og tað, sum eisini er ómetaliga týdningarmikið: latið okkum ikki bara gerast nalvaskoðarar, tí tað finst eisini ein heimur fyri eystan. Baltiska vikan í næstum er gott dømi um, at vit eru á røttu kósini.