Á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum eru fólkavaldir limir í ráðnum, seks tinglimir úr hvørjum landi í útnorði, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harumframt hevði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum orðið, og limir útnorðurráðsins høvdu síðani høvi at kjakast um við føroyska landsstýrismannin.
Nýggi formaðurin í Útnorðurráðnum, Siverth K. Heilmann, sigur soleiðis:
»Tað er av týdningini fyri samstarvið í útnorði, at vit umsíðir hava kunna hitst andlit til andlits aftur eftir koronufarsóttina. Sjálvt um ráðið helt fram við virkseminum við talgildum fundum, er tað av týdningi fyri politiska samstarvið millum Inatsisartut í Grønlandi, Altingið í Íslandi og Løgtingið í Føroyum, at tingfólk kunnu hittast og kjakast um mál av týdningi fyri tey trý londini.«
##med2##
Á ársfundinum samtykti Útnorðurráðið tvær tilráðingar. Tann fyrra heitir á ráðharranar í umhvørvis- og veðurlagsmálum um at økja samstarvið. Í hinari tilráðingini heitir Útnorðurráðið á stjórnirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum um at styrkja samstarvið um at stovna og menna fjarundirvísing í Útnorði.
Upptøka frá fundinum iann síggjast á www.vestnordisk.is
##med3##