- Økið liggur í einum friðarligum umhvørvi niðri við sjógvin - við fríum og góðum útsýni út á fjørðin. Økið er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið áður stóð

Útsett freist at lata tilboð inn til bústaðarverkætlan

Eitt av krøvunum til byggingina er, at bygdir verða bústaðir, ið eru á einum prísstøði, sum møguligt er at fáa fígging til í bygdini

- Økið liggur í einum friðarligum umhvørvi niðri við sjógvin - við fríum og góðum útsýni út á fjørðin. Økið er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið áður stóð

- Av tí, at fyrispurningar eru komnir inn um tíðarfreistina at lata inn tilboð inn til bústaðarverkætlanina, er avgerð tikin um at útseta tíðarfreistina at lata tilboð inn til eftir páskir.

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu í dag. Her verður lagt aftrat, at nýggja freistin er á middegi hin 8. apríl. 

 

Talan er um eitt øki, sum er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið áður stóð, soleiðis sum viðhefta mynd eisini vísir.

 

- Tey, sum bjóða, skulu koma við uppskoti um, hvussu byggingin kann skipast, men kravið er, at tað verða bygdir bústaðir, ið eru á einum prísstøði, sum er møguligur at fáa fígging til í Vestmanna.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at í byggingini skulu atlit eisini takast til fólk við rørslutarni, eins og kommunan eisini tryggjar sær, at burðardyggar orkuskipanir verða brúktar.

 

- Økið liggur í einum friðarligum umhvørvi niðri við sjógvin og við fríum og góðum útsýni út á fjørðin, verður lagt aftrat.

 

 

 

- Økið liggur í einum friðarligum umhvørvi niðri við sjógvin - við fríum og góðum útsýni út á fjørðin. Økið er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið áður stóð