Tunnilsfundur
Sørvági:Hvalfjarðartunnilin hevur havt framburð við sær á Akranesleiðini, segði Gisli Gislason, borgarstjóri á Akranesi í Íslandi, á almennum fundi, sum Vága Vinnufelag skipaði fyri í Sørvági hóskvøldið.
Gisli Gislason kendi seg sannførdan um, at Vágatunnilin eisini fer at hava mennandi ávirkan á gongdina í Vágum sum heild. Men treytin er, at vágafólk duga at taka við teimum fyrimunum, sum koma við tunlinum og sálda vansarnar frá, segði hann.
Tað var væl av fólki møtt á fundi í fimleikarhøllini í Sørvágs Skúla hóskvøldið at lurta eftir borgarstjóranum á Akranesi og seta honum spurningar eftir frágreiðing hansara.
Gisli Gislason var eftir innbjóðing frá Vága Vinnufelag komin til Føroya at greiða frá royndum teirra á Akranesi av undirsjóvartunlinum undir Hvalfirði. Og eingin, sum var á fundi, var eftir framløgu hansara í iva um, at hann metti tunnilin sum eina góða íløgu.
Dupultur prísur
Hvalfjarðartunnilin kostar umleið dupult so nógv, sum Vágatunnilin er settur at kosta. Einar 500 milliónir krónur í okkara peningi, greiddi Gisli Gislason frá. Tó var kostnaðurin fyri sjálvan tunnilin umleið 350 milliónir danskar krónur, meðan restin fór til kanningar og ráðgeving av ymsum slagi.
Men hann ivaðist ikki í, at íløgan var rætt givin út, og hann væntaði heldur ongan trupulleika av at fáa peningin innaftur.
Gjaldsfreistin varð sett til 20 ár, tá tunnilin lat upp í 1998, og sum støðan er í løtuni, bendir alt á, at tað fer at eydnast at gjalda aftur til tíðina, segði borgarstjórin á Akranesi.
Ferðslan um Hvalfjørðin var, áðrenn tunnilin lat upp, umleið 1.200 bilar dagliga. Væntað varð, at tá tunnilin varð tikin í nýtslu, fór talið at økjast til einar 1.500 bilar. Men tá avtornaði, var talið komið upp á 2.800 bilar dagliga. Í fjør var talið komið upp á umleið 3.400 bilar um dagin, greiddi hann frá.
Áðrenn tunnilin lat upp, varð ferðast um fjørðin við ferju, eins og koyrandi eisini er kring allan fjørðin.
Hóast annar møguleiki er at koyra til Reykajvíkar, ella øvugt, fram við Hvalfirðinum, er tað so at siga bara tunnilin, sum verður nýttur. Eisini hóast tað einki kostar at koyra eftir gamla vegnum. Men hann er nógv longri. Einar 100 km., sum tað tekur umleið fimm korter at koyra, meðan leiðin undir firðinum er 40 km., og tekur umleið ein hálvan tíma at koyra.
Onnur ávirkan
Tað er eitt sindur ymsikt, sum tað merkist á Akranesleiðini, at tunnilin er komin, segði Gisli Gislason.
Andstøðingarnir móti tunlinum ávaraðu ímóti, at eitt nú handilslívið fór at verða fyri bakkasti, og at ungfólki fór at rýma til Reykajvíkar, um tunnil kom.
Men tað øvugta hendi. Væl var onkur handil, sum ikki kláraði kappingina, men tað vóru mest slíkir, sum ikki vóru nóg væl riknir frammanundan. Aðrir, sum dugdu at tillaga seg, komu væl frá avbjóðingini við bæði betri tænastu og betri rakstri.
Akranes Kommuna hevur gjørt nógv fyri at halda fólkinum á staðnum. Eitt nú ítróttarfólkinum. Kommunan hevur ikki stuðla rakstrinum beinleiðis, men heldur lagt pening í hallir og vallir. Eitt nú ein golfvøll fyri meira enn tólv miliónir í okkara peningi hevði kommunan latið gjørt, segði borgarstjórin á Akranesi.
Men betraða sambandið hevði eisini havt við sær, at grundstykkja- og summarhúsprísirnir vóru hækkaðir, eins og eftirspurningurin var øktur munandi.
Og jarðarprísurin var bæði tví- og trýfaldaður, nú so lætt er at koma úr Reykjavík á Akranes. Serliga hestamenn vilja hava jørð uttan fyri stórbýin, seðgi Gisli Gislason.
Í aðrar mátar vóru upplivingarnar, tey á Akranesi hava havt, á leið tær somu, sum vágafólk longu nú duga at síggja í sjónarringinum.
Eitt nú segði Gisli Gislason, at bummpengaprísin fingu tey ikki at vita, fyrr enn einar tveir mánaðar áðrenn tunnilin lat upp.
Men slíkt skulu vágafólk ikki óttast, helt hann. Tað liggja ókendir møguleikar í tunlinum, ivaðist hann ikki í við egnum royndum sum grundarlagi.
Og duga vágafólk at síggja fyrimunirnar og nýta teir, samstundis sum vansarnir helst skulu skiljast frá, verður tað bara framburður fyri oynna, tá tunnilin letur upp, heldur borgarstjórin á Akranesi í Íslandi, Gisli Gislason.
?Nú standa tit við bóltinum fyri opnum máli, og so er tað tykkara uppgáva ikki at brenna, segði hann.