Uttanríkis- og verjupolitikkur

   

Finnbogi Ísakson
??????????

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum viðger í hesum døgum eitt uppskot frá Landsstýrinum um trygdarpolitikk Føroya. Hesi seinastu árini hava landsstýrini í Føroyum og Grønlandi lagt meir og meir dent á, at tey vilja hava størri ávirkan á uttanríkis- og verjupolitikkin.
Tað er hugsandi, at landsstýrini kunna fáa nakað víðari heimildir í uttanríkispolitikkinum, tó neyvan í øðrum førum enn tá talan er um mál, sum einans viðkoma Føroyum ella Grønlandi. At hetta ber til er ikki nakað nýtt. Tey seinastu meira enn 30 árini hevur føroyska landsstýrið reelt ført samráðingar uttan beinleiðis danska luttøku við onnur lond um fiskiveiðuavtalur. Møguliga kann praksis víðkast nakað.
Uttanríkispolitikkur er torførur at reka - kanska tann torførasti parturin av politiskum virksemi yvirhøvur. Ein upplæring av fólki til at røkja eina føroyska uttanríkistænastu hevði verið ynskilig. Vit hava sum er umboðsmann í London og Brüssel, men mær tykir, at tørvur er á einari fastlagdari ætlan á økinum. Tað fekk stóran týdning fyri íslendingar, at teir, tá teir fingu ta sokallaðu Sambandslógina í 1918, fingu fólk í donsku uttanríkistænastuna, har tey vórðu lærd at røkja uttanríkispolitikkin. Tann lærdómurin, sum ein dugnalig donsk uttanríkistænasta gav teimum, er komin væl við, síðani Tjóðveldið Ísland varð stovnað í 1944.
Bæði undanfarna og núverandi samgonga settu sær fyri at vera meira við í uttanríkis- og verjumálum. Í samgonguskjalinum frá 2002 stóð:
"Samgongan hevur sum mál at vinna Føroyum veruliga uttanríkispolitiska ávirkan og at fyrireika egnan uttanríkispolitikk.
Føroyskir myndugleikar skulu eftir greiðum reglum tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føroyingar."
Í samgonguskjalinum, sum Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skrivaðu undir í januar, stendur:
"Vit skulu hava størri ávirkan á uttanríkispolitiska økinum. Hetta skal gerast í avtalu við danskar myndugleikar.
Føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær innlit í og ávirkan/avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið hava týdning fyri Føroyar. Samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um at lógartryggja hetta."
Nakað av muni er á orðingunum, men ikki tann heilt stóri. Tað sæst tó, at heimastýrisflokkarnir Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava sett síni merki á orðingarnar, sum í tveimum førum eru heldur linari enn hjá undanfarnu samgongu. Tær linaru orðingarnar eru "Hetta skal gerast í avtalu við danskar myndugleikar" og "Samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um at lógartryggja hetta."
Her verður sligið fast, at ongin konfrontasjón skal vera við donsku stjórnina um ávirkan á uttanríkis- og verjupolitikk (undrist annars eitt sindur á orðalagið "við donsku stjórnina", tí eg helt, at hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum er bara ein stjórn í ríkinum).
Tað avgerandi er, at hvørki tann fyrra ella tann seinna orðingin hevði kunnað útvegað okkum veruliga ávirkan á verjumál. Tí er spurningurin, um Løgtingið skal lata frá sær møguleikan fyri at vísa sína støðu, afturfyri at landsstýrið skal fáa eitt sindur meira innlit (tí talan kann ikki vera um ávirkan), sum danska stjórnin vil geva. Løgtingið hevur higartil havt møguleika fyri at vísa sína støðu. Tað er gjørt við samtyktum í hernaðarmálum líka síðani 1940. Síðani eru fleiri aðrar samtyktir gjørdar.
Sum nevnt liggur eitt uppskot frá Landsstýrinum í Tinginum um trygdarpolitikk Føroya. Tann avgerandi setningurin í uppskotinum er, at "Løgtingið tekur undir við, at Landsstýrið tekur neyðug stig til tess at røkja trygdarpolitisku, heruppií verjupolitisku, áhugamál Føroya".
Við øðrum orðum: hereftir verður tað Landsstýrið og ikki Løgtingið, sum tekur avgerð um okkara trygdar- og verjupolitikk.
Tað er ikki nøkur smávegis broyting. Lítil uggi er í, at sambært uppskotinum skal Landsstýrið samskifta við "Uttanlandsnevnd Løgtingsnevnd í týdningarmiklum málum hesum viðvíkjandi". Tað verður so Landsstýrið, sum ger av, hvørji verjupolitisk mál eru týdningarmikil.
Royndirnar av tí eru ikki góðar. Bæði Kristian Djurhuus løgmaður og Petur Mohr Dam løgmaður fingu at vita um tær ætlaðu hernaðarútbyggingarnar um tíggju ára skiftið 1950/60, men hvørgin kunnaði Løgtingið um nakað. Í seinnu helvt av sjeytiárunum fekk Atli P. Dam at vita frá ovastanum í Mjørkadali, at Loranstøðin á Eiði vegleiddi amerikanskar Polaris-kavbátar við kjarnorkuløðingum, men heldur ikki hann helt tað vera neyðugt at kunna Løgtingið, í hvussu so er ikki formliga.
So kann sjálvandi spyrjast, um tað hevur nakran týdning, at Løgtingið ger samtyktir um hernaðarmál. Eg haldi ja. Samtyktirnar hava ikki havt við sær, at støðirnar eru niðurlagdar, men eg ivist ikki í, at tær hava virkað darvandi, tá talan hevur verið um víðari hernaðarútbygging. Hevði Løgtingið ikki havt so greiða støðu, hevði Skálafjørðurin kanska langt síðani verið avbyrgdur sum herskipahavn. Bara fyri at gita eitt dømi.
Støðan hjá okkum føroyingum í verjumálum verður veikari, tá tað bara verður Landsstýrið - ella reelt løgmaður - sum skal taka støðu. Eg haldi ikki, at størri kunning frá einum donskum forsætisráðharra ella verjumálaráðharra hevur størri týdning, enn møguleikin hjá Løgtinginum at hava og taka eina støðu.
Frægast høvdu vit helst fingið burturúr, um bæði samgonga og andstøða høvdu lagt størri dent á at fáa víðari heimildir á uttanríkispolitiska økinum. So leingi vit eru partur av ríkinum verða allar avgerðir í verjumálum tiknar í samráðingum millum stjórnina og fremmandar maktir. Í tí førinum er ivaleyst líka frægt eisini frameftir at lata Løgtingið taka støðu í verjupolitiskum málum.