Per Stig Møller kemur í Vágar mánamorgunin 12. mai klokkan 9.50 og fer avstað aftur týsdagin 13. mai klokkan 17. Á stuttu føroyaferðini verða bæði fundir og útferðir.
Mánadagin verður fundur millum løgmann og uttanríkisráðharran í Tinganesi. Síðan verður fundur við landsstýrið og uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Tíðindafundur við løgmanni og uttanríkisráðharranum verður á Løgmansskrivsstovuni eftir fundirnar.
Týsdagurin er settur av til útferðir. Farið verður av Vestmanna til Tjørnuvíkar. Vitjað verður eisini í Haldórsvíkar kirkju, har høvið verður at hoyra Kingosálmar.