Týsdagin kemur Martin Lidegaard, danski uttanríkisráðharrin, til Føroya á hansara árligu arbeiðsvitjan.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin hava fund við løgmann.
Løgmaður og Martin Lidegaard hava tíðindafund á Løgmansskrivstovuni týsdagin 19. august kl. 14.15.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin eisini hitta løgtingsins uttanlandsnevnd.
Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur mikudagin 20. august.