Æðuvíkingur hevur ongantíð verið aftur í Føroyum í 75 ár

Æðuvíkingurin, Kristian Sofus Davidsen, sum fór úr Føroyum 25 ára gamal yvir til Kanada, fyllir 100 ár mikudagin

FØÐINGARDAGUR
Mikudagin komandi fyllir æðuvíkingurin, Kristian Sofus Davidsen, 100 ár. Hann er føddur, 6. november 1902.
Kristian Sofus er sonur fyrstu niðursetufólkini í Æðuvík, Jóannes Davidsen, ættaður av Gørðum á Nesi og Sonnu, fødd Muller, úr Porkeri.
Sum 25 ára gamal fór hann yvir til Kanada at finna sær arbeiði, og hóast 75 ár nú eru liðin, hevur hann ongantíð vitjað í Føroyum aftur.


"Burtur" í fleiri ár

Kristian Sofus er abbabeiggi Dia Ellindson, sum vitjað á Sosialinum fríggjadagin og bar okkum tíðindini um føðingardagsbarnið.
Soleiðis, sum Dia hevur skilt, hevði familjan í Føroyum samband við Kristian Sofus fyrstu tíðina eftir, at hann var komin yvir til Kanada.
- Men síðan frættist einki aftur frá abbabeiggjanum í nógv, sigur hann.
Við tíðini fór familjan í Føroyum at ivast í, hvussu vorðið mundi vera við Kristian Sofusi.
- Tey fóru tískil at eftirlýsa mannin, og tað gav at enda úrslit, greiðir Dia frá.
Síðan familjan om eftir, at Kristian Sofus framvegis búði í Kanada, hava nøkur av ættarfólkunum verið har yviri og vitjað hann.


Yvir at heilsa føð-
ingardagsbarninum

Nú føðingardagurin verður mikudagin, eru nøkur fólk í familjuni farin yvir at vitja Kristian Sofus og heilsa honum á 100 ára degnum.
- Sum eg havi skilt á teimum, sum hava vitjað í Kanada, kennist Kristian Sofus
framvegis við okkurt einstakt navn úr Føroyum, men føroyska málið er langt síðan skift út við tað enska, tey tosa har yviri.
Dia Ellindsson sigur, at Kristian Sofus í fleiri ár hevur búð hjá eini danskari familju, og børnini í húsinum hava verið góð við hann og hava rópt hann "abbi".
Kristian Sofus Davidsen er ógiftur.
Í dag býr hann á einum ellisheimi.
Dia Ellindsson veit eisini at siga, at ein systir Kristian Sofus, Elisabeth Margrethe Mortensen, sum býr á Tvøroyri , fyllir 90 ár, 12. februar 2003.