Vøddamýkjarar

Sunnudagin endaði eitt 1 ára skeið á Handilsskúlanum í Havn. Har hava 25 kvinnur tikið prógv sum vøddamýkjarar

25 kvinnur hava tikið 1 ára skeið sum vøddamýkjarar og sunnudagin endaði skeiðið á Handilsskúlanum í Havn. Har fingu tær prógv sum vøddamýkjarar.
Tær hava lokið frálæru í øllum mýkingargreinum, so sum kropsmýking, avspenningsmýking, rygg- og akupressurmýking og klassiskari mýking.
Í øllum hesum er t.d mýking við olju og vøddamýking, ið verður nýtt innan ítróttina. Og tað at fólk røra seg ov lítið í dag og ofta hava strongd, kann eisini bøtast um við hurum háttum innan vøddamýking.
Nýggju vøddamýkjararnir hava sum heild allar førleikar innan hesar í fleiri førum gomlu og viðurkendu greinar innan vøddamýking. Nýggju vøddamýkjararnir koma úr flest øllum ættum í Føroyum. Tær eru:
Anna Maria Hansen, Anna Maria Persson, Irena Jacobsen, Ingun Wang Olsen, Amanda Gullaksen, Anna Eysturoy, Sigrun Egholm, Reidun Magnussen, Jonhild Johannesen, Ninna Midjord, Mirjam Carlsen, Osla Sørensen, Osla Sevdal, Mildrid Rasmusdóttir, Elsa Maria Fláaberg, Winnie Hansen, Marianna Joensen, Eyðgerð Jonhardsdóttir, Konny Joensen, Sólfríða Johannesen, Jonly Johannesen, Svea Durhuus, Eydna Weihe, Elsebeth Poulsen og Birna breckmann. Lærari hevur verið Jens Melgaard.