VÍF byrjaði uttan trupulleikar

Kvinnurnar hjá VÍF vunnu stórsigur á StÍF

VÍF-StÍF 31-18 (17-6)

Vestmannakvinnur skuldi prógva sín favorittleiklut í dag, tá ið tær tóku móti StÍF í Vestmanna.

Henda leiklut settu tær eina tjúkka striku undir, tá ið tær alt fyri eitt løgdu seg eini fimm mál fram um tíðliga í dystinum.

Strandakvinnur høvdu trupult at skjóta mál og VÍF kundi fara til hálvleiks á odda 17-6.

Dystarmyndin broyttist ikki stórvegis í seinna hálvleiki, VÍF misti ongantíð tamarhaldið og vann dystin, ið endaði 31-18.

Málskjúttar hjá VÍF:

Liljan Djurhuus 8, Heidi Maria Akselsen 5, Agnas Olsen 4, Durita C. Jojic 4, Kathe Frederiksen 3, Brynja Rógvadóttir 3, Halla Midjord 2, Ingibjørg Olsen 1, Ró Nielsen 1,

Málskúttar hjá StÍF

Emma Lerche 6, Poula Dulavík Berg 4, Erla Jonsdóttir Petersen 3, Simona á Fríðriksmørk 2, Karina Berg Høgnesen 2, Sólfríð Rasmussen 1