Hondbóltur
Jákup Mørk
Tríggir dystir vórðu leiktir í Atlantic Airways-kappingini í hondbólti í dag.
Í Havn tók Kyndil ímóti VÍF, og her beit Kyndil veruliga frá sær, eftir at teir annars hava havt eina vánaliga kappingarbyrjan. VÍF dróg tó longra stráðið í dystinum, sum endaði 23-26 eftir hálvleiksstøðuna 8-10.
Í Kollafirði gjørdi Neistin bart við at vinna 34-24 á KÍF, og á Skála eydnaðist StÍF at basa H71 við 23-19. Hoyvíkingar høvdu annars fult stigatal undan dystinum, men tann heiðurin eru vestmenningar nú einsamallir um at bera.