VÍF-H71 31-29 (14-11)
Tað hevur ikki ginginð eftir vild hjá VÍF í ár, men í dag megnaðu teir so at toga seg nakað nærri oddinum.
H71 var á vitjan, her hevði VÍF munin at kalla allan dystin. Móti dystarenda var tó um reppið, at hoyvíkingar struku avstað við í minsta lagi øðrum stiginum.
Teir vunnu seg nevnliga upp á 27-27 fimm minuttir fyri leiklok, men so svaraðu vertirnir aftur við triumum skjótum málum.
Hjá VÍF varð Áki Olsen besti málskjútti. Hann gjørdi 10 mál. Dánjal Tórgarð og Esbern Patursson skutu 8 mál hvør fyri H71.